====== Ver títt egna forlag. ======
- Hetta er eitt skriv sum er ein avleiðing av útgávuvirksemi mínum í sambandi við barnabókina Fjørufólkið.
Innspørk frá høvundum og øðrum eru meiri enn vælkomin, alt tú skal gera, er at senda títt innspark ígjøgnum hendan [[http://einarpetersen.com/doku.php?id=bilegg_fjordufolkid|formularin]] so verður tað tikið við í høvðustekstinum um eg haldi at tað kann betra tekstin, minnst til at skriva títt brúkaranavn afturvið viðmerkingina soleiðis at attributión vm. kan tryggjast á best gjørligan hátt. Nýtslurættindi til tilfar og hugskot skriva á hesa síðu verða givin síðuánaran. Vit kunnu eisini avtala at gera ein brúkara til wikisíðuna um tú hevur nógvar viðmerkingar rættingar vm. Havi tíverri verði noyddur at steingja fyri automatiska uprætting av brúkarum.
===== Um hetta skrivið. =====
Her eru nakrir tankar um tað at verða høvundur í einum landi við knøppum 50.000 íbúgvum ella høvðundur uttan ella við einum lesaraskarða undir uppbygging.
Tankanir kunnu nýtast eins væl undir øðrum viðurskiftum enn fyri rithøvundar og fleiri av hugskotunum hava annað fyri eyga enn bert Føroyska marknaðin, tí hví skal tú avmarka teg, øll verðin liggur opin fyri tær.
Mær hevur altíð dámt at skriva, ein lærari hjá mær væntaði at eg fór at gerast lækni við teimum krákutóm sum eg fekk fest á blað. Ein teirra var bangin um at stílar mínir vóru ov langir, tí so langar stílar kláraði man helst ikki at skriva tá ein sat til roynd.
Men tað gekk hóast alt, men ikki bleiv eg lækni og endaði í telduverðini har eg stórtrívist.
Eg havi tó ongantíð slept tí at skriva og haldi tað er stuttligt at hava møguleikan at deila mínar søgur við onnur.
Eg vænti at tú sum lesur hetta kanska er í einari líknandi støðu.
Hugsi, at tú hevur skriva ella er um at skriva eina bók. At tú hevur hugsa um hvussu tú skalt bera teg at tá tú ert liðug/ur.
Hetta skrivið er ætlað sum íblástur. Ein kundi sagt eitt slag av vegleiðing til tín sum hevur skrivað og ætlar at geva út, uttan at tær nýtist at seta í veð hús og heim og uttan at tær nýtist at finna náði hjá einum forleggjara.
Ætlanin er at koma inn á tann meiri praktiska partin av útgávuvirkseminum - tað skapandi síðuna av processini kunnu vit viðgera eina aðru ferð.
Sjálvt um hetta skriv greiður frá hvussu tú sjálv/ur kanst verða títt egna forlag er tað harvið ikki sagt at tú ikki skal fara traditionella vegin.
Tað er alls ikki óhugsandi at tað er lættast hjá tær at traðka í tey spor sum longu eru gingin.
Tað skal nevnast at heima á klettunum er meiri enn bert okkurt einstakt forlag sum hevur gingið á odda tá tað kemur til at geva út frumtilfar á Føroyskum og at har finnast bæði grunnar og virki, sum stuðla skapandi listini. (Sí leinkjur longur niðri).
===== Um at geva út =====
Sum høvundur hevur tú ein náttúrligan áhuga í at geva tað út sum tú hevur skrivað, men ikki liggur tað altíð fyri at finna ein útgevara sum kann hjálpa tær at geva út.
Tíbetur gevur tøknin í dag tær møguleika at geva út sum egið forlag.
Kostnaðurin pr. eintak kann haldast á einum toliligum støði, og ikki nýtist tær at fáa prenta fleiri eintøk enn eftirspurnaður er á.
Marknaðurin í Føroyum er ikki risastórur, men hetta skal ikki halda teg aftur. Tað mest umráðandi er viljin at føra verkætlan tína út í verðina.
Nýt títt hugflog at fáa sum mest burtur úr! Tí sjálvt um marknaðurin ikki er tann størsti eru nógvir møguleikar sum standa tær í boði.
Visti tú at Edgar Rice Burroughs sum skrivaði bøkurnar um Tarzan, ímóti tí hann var ráddur til valdi at royna at framelska sína hetju gjøgnum fleiri ymsar miðlar samstundis - og hygg hvat tað førdi til; síðan fyrsta søgan kom út í 1912 fyrstu ferð, hava vit kunnað lisið, sæð og hoyrt um heimskendu ævintýrhetjuna Tarzan. Úr Føroyum til Kina, ja nærum øll kenna vit og hava helst elska hesa hugmyndina.
Hevur tú hugsa um at títt verk kann gerast til ljóðbók? Trupulleikar við at tú ikki hevur atgongt til upptøkuútgerð, kann hugsast at Kringvarpið hevur áhuga at hoyra teg lesa upp um tú hevur eitt spennandi verk, og vil lata teg nýta upptøkuna aftaná teir fyrst hava sent ljóðmyndina.
Eingin nýtist bert at satsa uppá pappírsútgávur, E-Books tysja fram bornar av Kindle fra Amazon, Nook hjá Barnes & Noble og ikki verða bangin fyri at hugsa um aðrar alternativar útgávuformar, sosum mobiltelefons versiónir etc. sum í Japan eru blivin stór "hit". Hetta er orsøkin til mítt Creative Commons approach við PDF bókling eisini.
Hevur tú skrivað eitt verk um okkurt sum hevur tín stóra áhuga og sum tú hevur stórt innlit í, ja so ber til at halda fyrilestrar ímóti samsýning.
Ella hvussu ljóðar eitt uppgávuhefti til skúlabrúk, kundi eitt slíkt verði tengt til títt verk? Hetta ætli eg at gera í samband við td. tað Kinesisku versiónina av søguni.
Tað eg royni at siga við teg er at tú skalt hyggja uppá títt verk sum nakað annað enn bert ein bók. Royn at hugsa um teir mongu møguleikanir tú sum høvundur stendur við í dag og byrja so at nýta teir.
Vitja td. [[http://www.cafepress.co.uk/fiordlings|Fjørubúðina]] fyri at síggja bert nakrar av teimum møguleikunum tú hevur, og sum einki kosta tær at nýta.
Men fyri at koma aftur til tað vit skulu viðgera her, nevniliga eina traditionella útgávu á pappír so er okkurt smávegis sum kann verða vert at leggja sær í geyma á vegnum ímóti útgávuna.
Vit sum skriva eru ikki altíð tey bestu at síggja okkara egnu mistøk, sagt er, at gløgt er gestsins eyga.
Tí vil eg ráða tær til at fáa onkran at lesa títt verk og sjálvt um tað er freistandi at fáa bestu vinfólk síni at lesa tað ein hevur skrivað er tað ikki altíð besta hugskotið.
Onkur vil kanska rósa tær í alt ov stóran mun og onkur vil kanska í ov stóran mun freistast til at koma við einari negativari áskoðan av tínum verki.
Tínir vinir kenna teg og tú kennir teir og tí kunnu teirra viðmerkingar lita teirra feedback.
Tað eg royni at siga er at tú skalt finna onkran sum tú stólar úppa "hevur tað skrivaða orðið í sínum valdi" og tískil kann koma við konstruktivum kritikki.
Professionell ella ei, minst til at vit øll eru ymisk og tað ein elskar heldur ein annar er tað argasta. Viga tey orð tú fært við á vegnum og tak tað ikki ov tungt um onkur hevur hug at hegla títt verk í spønir.
Eg havi sjálvur verði í einari støðu har eg eri havi fingið góð ráð, bæði fra ritstjórum, høvundum og øðrum sum hava havt eina góða pennaføring og við eitt sindur av arbeiði eri eg vísur í at tú eisini kannst fáa onkran at lesa og evt. gera viðmerkingar til títt verk.
Tað er einki sum vermir meiri enn at fáa nøkur góð orð við á vegnum og tá tey verða fylgd av konstruktivum kritikki... nýtist eg at siga meir?
Ein skal ongantíð verða bangin at lurta eftir hvat fólk siga, tú kannst so taka støðu til hvørt tú vil gera sum tey siga ella ei.
Tess meiri tú putlar um títt verk tess betri kann tað gerast, minst bara til at onkuntíð er nóg mikið og tað er stund at koma víðari.
Ikki bert tað skriftliga er umráðandi, ein vøkur perma, tekningar ella myndir kunnu gera allan munin. Aftast finnur tú ein lista við "ressourcum" tú kanst velja at gera brúk av. Ætlanin er at fólk innan ymisk øki kunnu skriva seg upp og harvið bjóða sína tænastur, tað verði seg ókeypis ella ei, soleiðis at tú sum høvundur lætt kann finna tær samstarvsfelagar. Eg vóni at tey sum hugsa at tey hava eitthvørt at bjóða Føroysku høvundunum hava hug at senda mær nakrar reglur soleiðis at teirra tænastur gerast sjónligar fyri høvundar heima í Føroyum.
===== ISBN/ISSN =====
ISBN er eitt altjóða eyðkennis nummar sum tað ber til at fáa til síni verk.
Ætlanin við ISBN er at bókhandlar, bókasøvn og onnur lætt skulu kunna finna verk títt ímillum tær millióntals útgávunar sum finnast kring heimin og gera tað á ein hátt sum er eins fyri allan heimin soleiðis at arbeiðast kann tvørtur um landamørk vm. a best gjørligan hátt.
Føroya landsbókasavn umsitur føroysku ISBN- og ISSN skipanina og hjálpa tær at fáa umsøkn vm, uppá pláss um tú hevur tørv til tess.
Krøv til útgávur.
Summi lond og stjórnir teirra meta at tað er teirra rættur at fáa eintøk av tí tú hevur skapt og hvussu tú skal bera teg at tá tú gevur út umframt hvørja ábyrgd tú hevur í samband við tað tú gevur út, set teg inn í hvat krevst av tær og nýt títt egna vit og skil í hesum sambandi til at taka tær avgerðir tú metir eru tær røttu fyri teg og tína útgávu.
Hví havi eg ikki eitt ISBN ? Well beint nú er útgávan gjørd í USA har eingi krøv eru um slíkt sum nevnt omanfyri - Harumframt havi eg valt Creative Commons so tað burdi borðið til at funnið søguna í cyberspace, men ISBN ella líknandi skal umhugsast td. so skil kan haldast á uppdateraðum útgávum av ymsum slag.
===== Fíggjarlig viðurskiftini. =====
Pengar, banka, mikrogjaldingar, mobilgjaldingar. PBS vm.
Um at taka ímóti kort ein avtala við [[http://www.pbs-international.dk|PBS]] ger tað gjørligt at taka ímóti FR/DK Visa etc. á netinum, men hetta er kanska í fyrstu atløgu í so dýrt at fara í holt við.
Men tað ber til at taka ímóti altjóða gjaldskort uttan fyrst at verða noyddur at gera eina stóra íløgu, ein loysn kann verða at nýta [[https://www.moneybookers.com/app/?rid=16697587|Moneybookers]]. Gjøgnum hesa tænastu kannst tú taka ímóti pengum fra størri gjaldskortunum á netinum og senda pening til allan heim, bert móttakarin hevur eina e-mail adressu.
Har er eitt gjald pr. transaktión men tað er yvirkomuligt. Skuldi so væl verið, at tú kemur upp á eina viðvarandi størri nøgd av transaktónum so kanst tú umhugsa at skifta til eina PBS loysn.
Eitt sindur meiri biksut enn Paypal, sum eg havi eitt sindur ringt við at tilmæla vegnar ringar royndir sum eg sjálvur havi havt av hesari tænastu - Eg royni tó enn einaferð at nýta tænastuna tó hesuferð við einum felagið sum kontoánara og ikki sum privatpersónur. Hugsi at hetta approach fer at verða eitt sindur smidligari at fáast við.
Ein annar háttur at taka ímóti pengum er gjøgnum mikrogjaldingar, hetta eru bankar so smátt byrjaðir at bjóða og onkur telefonfeløg vm. hava eisini roynt seg innan økið. Læt okkum práta um hetta um onkur hevur erfaringar við tað.
===== Fjørðufólkið - Eitt dømi um útgávu av einari barnabók =====
Stóð ein dagin við einari borimaskinu í Århus, var í ferð við at gera eitthvørt á einari jarnsmiðu har eg arbeiddi við at gera alskins lutir til brekaði.
Knappliga sló hugflogsins snarljós niður, og eg festi á blað nakrar tankar um Fjørufólkið. Veit ikki um eg enn havi tað eg fekk krutlað niður, men leingji spøkti hugskotið.
Íblásturin hevði eg fingið frá teimum standmyndunum av einum sermerktum "fólkaslagi", pápi mín, Børge Petersen hevði gjørt úr tilfari hann hevði funnið í fjøruni.
Sum tíðin leið búnaðist søgan og knappliga stóð eg við einari barnasøgu, men hvat er ein slík uttan myndir? Eg fór í holt við at tekna. At endurgeva fólkaslagið á pappíri, sum pápi í sínari tíð hevði skapt var ikki ein løtt uppgáva, men aftana tógvið stríð kom eg á mál, so var sloppið helt eg, men nei.
Konan helt avgjørt ikki at børnini fóru at halda strikutekninganar vera spennandi. Har skuldi væl av yvirtaling til áðrenn eg fór í holt við at leggja litir á og eg angraði meg bæði grønan og gulan tá eg hevði lagt litir á tær fyrstu myndinar, men eg var komin til PNR (Point of no return) og brendi á at fáa lagt litir á. Hetta tók eisini væl av tíð at fáa frá hond. At enda var eg tó ikki sørt glaður um at eg hevði fingið lagt litir á.
Næsta stig var so at fáa myndinar inn á eina teldu.
Ikki hevði eg fingið lagt meiri enn 2-3 myndir inn á telduna tá skannarin gav upp ondina... hvat nú?
Ein nýggjur kostaði í hvussu so er 6-700 DKK og eg skuldi verða vísur í at hann var førur fyri at lesa inn myndinar í einari góðsku sum tá ið prentast skuldi vildi verða nóg góð.
Tað var við ringum tannabiti eg kannaði góðsku og prísir tí væl hevði eg fingið lovað stuðul til verkætlanina frá Mentanargrunni Landsins, men eykaútreiðslur eru ongantíð stuttligar.
Eg slapp tó lætt i hesi umbering, tí grannar mínir Thomas Halager Svendsen og Pia Enevoldsen Dam høvdu ein scannara sum tey fegin læntu mær, nakað tey uppibera stóra tøkk fyri.
Tá ið myndinar fyrst vóru inni, eg innlas tær í høgari góðsku ja so skuldi tær tillagast, til hetta nýtti eg millum annað [[http://gimp.org/|GIMP]] eitt ókeypis fototillagingar forrit umframt [[http://www.kolourpaint.org|Kolourpaint]] eitt bitmap tekniforrit, alt kundi tó í prinsippinum verði gjørt við fyrrnevnda GIMP.
Uppseting av tekst og myndum gjørdi eg í OpenOffice skriftstøddina valdi eg eftir fleiri royndarprent (uttan myndir) og er hon sett til 16. Open office eitur nú [[http://www.libreoffice.org/|Libre Office]] og fæst ókeypis.
Skrift slagið eitur Arial. Eg valdi tað tí mær dámdi sniðið. Har eru skrivaðar mangar bøkur um skriftsløg og lesbærheit, eg vil ikki í skrivandi stund koma nærri inn á hvat tú skalt velja men ráði tær at tosa við fólk sum hava royndir innan økið ella finna tær lesnað um evnið.
Stýrikervið eg havi brúkt til hesa framleiðslu er Linux, sum kann heintast ókeypis, har er longu OpenOffice vm. á tá man installerar og GIMP er bert nøkur trýst á músini burtur. Skuldi eg tilmælt eitt stýrikervi hevði eg nokk í dag sagt at tú skuldi umhugsað at heinta [[http://linuxmint.com/|Linux Mint.]]
Tá omanfyrinevnda var uppá pláss, ja so var klárt at prenta.
Eg eksporteraði sum PDF og valdi at prenta inni frá ADOBE Reader í booklet format og við fullun duplex (i.e. prent á báðar síðir).
Við tað at bók mín er um tær 60 síðunar kundi eg í prinsippinum nýta eina vanliga longda klipsimaskinu at hefta saman og skuldi ikki hugsa stórliga om bókbinding vm.
Nú segði eg at hetta skriv er ein avleiðing av arbeiðinum við Fjørufólkið.
Hetta er kanska rætt, men eg havi leingi hugsa um at gera eitt skriv sum hetta - líka síðan eg í nýtitalinum gjørdi royndir við framleiðslu av bóklingum upp til uml. 265 blaðsíður.
Tí eg havi altíð verði bitin av heimaframleiðslu.
Eg megnaði at finna ein framleiðsluhátt sum ger tað møguligt at framleiða paperbacks í hesari fyrrnevndu heilt fittu støddini og tað í einari góðsku sum er sterkari enn tær maskintilevnaðu bøkurnar sum tú keypir í bókhandlinum.
Eg fái vónandi stundir at greiða nærri frá framleiðsluhættinum av hesum og harvið geva tær lut í, hvussu tú sjálvur kannst gera bøkur heilt upp í hesa støddina og enn einaferð skal fokus vera á, at tað ikki nýtist at vera ein stóríløga at geva út bøkur, sjálvt í slíkari stødd.
At enda vil eg fegin gjøgnumganga ein tilfarslista yvur hvat krevst at framleiða eina barnabók sum Fjørufólkið.
Eg vil eisini royna at geva okkurt dømi uppá hvat tað kundi kosta tær at framleitt bøkur sum Fjørufólkið sjálv/ur.
Tilfars listi - Einaferðsútreiðslur.
|Tilfar|Kostnaður|
|1. Eitt sindur av hugflog|Ókeypis|
|2. Tíð|Ókeypis|
|3. Ein Prentari|3000-4000|
|4. Ein Scannari|600+|
|5. Telda & forrit.|Ókeypis|
|6. [[http://www.amazon.co.uk/Black-Long-Arm-Stapler-Sheet/dp/B000I6PNMG/ref=sr_1_1?ie=UTF8&s=officeproduct&qid=1256988065&sr=8-1|Klipsimakina]]| 5,73 £ (6 UK£ = 47,03 DKK)|
|7. Meiri tíð|Ókeypis|
1. Gevur seg sjálvt og ja, um man ikki roknar filmar, bøkur, ein hálvan svenskan skóg umgjørdan til pappír og nøkur tons av máling ígjøgnum mín uppvøkstur við, so kostar tað einki at skriva eina søgu
2. Enn einaferð ein lítil hvít lygn, tí vit vita jú at tíð er pengar og at vit onkusvegna skulu hava ein bita í munnin, men fyrigev mær at eg ikki vil seta prís uppá tíðina sum nýtt er at skriva.
3. Ja einki er ókeypis "Well if you want to make money you need to spend money" tað havi eg í hvussu so er lætið mær siga, men aftur her tosa vit moderatar uphæddir.
Í førinum Fjørufólkið valdi eg ein lit lasara av merkinum Brother HL-4070CDW, hetta er ein prentari sum í DK pt. er komin niður á 3.377,00 DKK, nakað væl minni enn tá ið eg keypti hann, men soleiðis er.
HL-4070CDW verður kalla topmodell hjá Brother og verður framreklameraður við features sum tráðleyst netverk, duplex, tvs. prent á báðum síðum, júst ein feature sum hevur gjørt tað gjørligt at framleiða Fjørufólkið í eitt hefti í A5 stødd. Prentgóðskan er í topp í litum klárar prentarin 2400 dpi og sh 600 DPI, hetta er nóg mikið til at eygað hjá tær ikki heftir seg við kantin á bókstavunum soleiðis sum tað var fyri langari tíð síðani.
Eisini siga teir at prentarin er skjótari enn snarjósið, hetta er tó ein sannleiki sum verður strektur langt, tað kann verða at um tú fyllur han við RAM minni kann fáa ein goymdan Ayrton Senna da Silva fram í prentaran, men eg skal heilsa og siga at 20 síður um minuttin tað hendur kanska í Fantasia ella Oz, ikki í Ballerup.
Men eg eri hóast alt glaður fyri hann. Prentarin er lættur at installera og best av øllum kan nýtast millum annað til alt frá Windows, til DOS, Linux og Mac.
4. Ein scannara fær tú eisini brúk fyri, teir fáast frá 600 DKK og uppeftir, tað sum er umráðandi tá tú velur scannara er at hann scannar í ektaðum DPI, nógvir framleiðarar nýta kreativar hættir at greiða frá hvussu góður júst teirra scannari er. Tað umráðandi er at tú optimalt fær hendur á ein scannara sum klárar eins høga góðsku sum prentarin tú velur tær. Eftirsum scannarin hjá mær gav upp eftir nógv ára trúgva tænastu vil eg ikki taka nakran fram um aðrar, til Linux brúkararnar er vert at hyggja at [[http://www.sane-project.org/sane-supported-devices.html|SANE]] projektinum, men fleir av teimum stóru framleiðarunum hava langt um leingji fingið eyguni upp fyri at har finnast betri og tryggari stýrikervi enn Windows sosum Linux og MacOSX og teir hava eitt úrvæl av device drivers á sínum heimasíðum og í dag er Linux nokk tað stýrikervi sum hevur flest drivers bygt inn frá byrjan av. EPSON Perfection V33 stendur á scannaranum hjá mær í dag.
5. Telda og forrit, ja eg skrivi ókeypis í yvurlitinum, tað geri eg tí flest øll hava atgongd til eina slíka í dag, men um ikki tú eigur eina teldu sjálvur so ber til at arbeiða á bókasavninum og nýta td. google docs at goyma í.
Eingin segði tað skuldi verða lætt, men í hesum førinum nýtist peningur ikki at verða trupulleikin.
Hetta er eisini galdandi fyri prentútgerð. Eg hugsi at eitt felag sum td. [[http://www.rit.fo/|Rithøvundafelag Føroya]] ella Norðurlandahúsið, antin hava slíka útgerð standandi sum eg havi nevnt omanfyri sum tú kundi sloppið at lænt ella kundu havt áhuga í at seta á stovn POD verkstað fyri rithøvundar fyri á tann hátt at fremja Føroysku ritlistina. So hevur tú eitt verk sum tú kundi hugsa tær at givið út so spyr, tað er bert hugflogið sum setir mørkini og hjálpin kann verða beint hinumegin hornið, sjálvt framskygdir bókhandlar kundu verið við í slíkum verkætlanum.
6. Klipsimaskinan, hetta er ein einaferðsútreiðsla og har er einki í vegin fyri at nýta 2 træfjalir at umbyggja tína egnu klipsimaskinu um tú longu hevur eina, prinsippið sær tú við at klikkja á leinkjuna í pkt. 6.
7. Seinast í yvurlitinum nevni eg aftur tíð. Hesa skal tú nýta til framleiðslu og PR. Hetta er líka so ókeypis sum tú vil gera tað til, enn einaferð er tað hugflog títt sum setir mørkini. Men tess harðari tú arbeiðir tess størri er kjansurin at tú fært nakað afturfyri.
**Framleiðslukostnaður - pr. eintak.**
Eg skal her royna at stilla upp eitt útroknað dømi uppá eina bók um tær 50 síðurnar.
Sum prísurin er á tónara beint nú vildi prentprísurin fyri síðuna verði umleið hesin:
Svart 5000 síður 5% dekningur - 515 DKK, tað gevur ein kostnað á 0,103 DKK pr. síðu. Læt okkum til dømis siga at tekstur er á øllum síðum, hetta gevur so 12 síður og við prent á báðum síðum also 2,472 DKK pr. bókling.
Litir 4000 síður 5% dekningur - 876 DKK, , tað gevur ein kostnað á 0,219 DKK pr. síðu v. hendan dekningsgradin, har eru 16 myndir og tær fylla kanska 25% av einari síðu. Hesin mátin at rokna uppá er kanska ikki hin besti men hetta er mest ætla sum ein meting. Minst til at vit tosa % av A4 síðuni og ikki av bókasíðuni.
Tvs. 5 X 0,219 DKK = 1,095 DKK og tá so 16 myndir eru gevir hetta um 17,52 pr. eintak.
Ein pakki av A4 pappír við 500 ørkum kostar uml. 89 DKK pr. pakka, hetta gevur ein kostnað á 0,178 pr. A4 ark. Har verða brúktar gott 12 ørk til ein bólking á 50 síður, hetta gevur ein kostnað á 2,136 DKK pr. bókling.
Perman er prentað á 180g pappír, minnst til at kanna um prentarin hjá tær kann klára tað tjúgd av pappír tú velur til permu. Har fekk eg 60 ørk fyri 30 DKK, hetta gevur ein kostnað á 0,5 DKK pr. bókling ex. prent.
2,472 + 17,52 + 2,136 + 0,5 = 22,628
Also alt í alt ein kostnaður pr. eintak á 22,628 DKK, ikki so galið ella hvussu?
Tú kanst sjálvandi eisini velja at lata fólk forútbíleggja og so fáa eina prentsmiðju at prenta um tú nær tað tørvandi nøgdina.
Viðvíkjandi permuna til bókina so nevndi ein vinkona fyri mær um laminering mundi vera eitt hugskot og so bara nýta vanligt A4 pappír, hetta kundi verði ein møguleiki.
Eg vil nevna at eg havi ikki roynt hetta sjálvur enn, tí eg helt at permutjúgdin var í lagi, vinkonan sá bert eitt royndarprent við vanligum pappíri til hennara hugskot, men eg vil ikki sum er úttala meg nærri um hetta, annað enn tað kundi verði áhugavert at roynt.
Vónandi kann eg skriva meiri um hetta seinni, men eg dugi at síggja hvussu hetta kanska kundi rigga fyri heftir og tað er heilt víst sera áhugavert um hugsa verður um at gera bøkur til tey uppaftur smærri. Tó skal ein um ein fer í holt við slíkt, tryggja sær at lamineringsplasti ikki inniheldur skaðilig evni vm.
===== PR =====
Ein og hvør bók skal hava PR - Veit eingin um hana ja so selir hon einki.
Hvussu skapar tú umtalu, ja har eru standard miðlanir, bløð, sjón- og útvarp. Men í dag eru komnir nýggir miðlar, søkisíður (google yahoo etc.) netútvarp, ezines (elektronisk bløð), ymisk forum, bloggar, social netverk, viral marketing ja hættinir eru mangir til at fáa umtalu, hvør er best, ja tað eru tað helst ymsar meiningar um.
Í fylgjandi brotum vil eg stutt royna at greiða frá hvussu tú kannst nýta hesar miðlar til at skapa umtalu fyri títt verk.
===== Traditionellu miðlanir =====
Herundir nevni eg nakrar miðlar tú við fyrimuni kann royna at skapa samband til, hesir hava professionellar journalistar og ummælarar sum kunnu hava áhuga fyri teg og títt verk. Skriva ella ring til hesar og sig teimum hvat tú tekst við ella send teimum eitt skriv.
Hevur tú okkurt uppá hjarta sum fangar teirra áhuga er tú komin væl áleiðis.
|Oyggjatíðindi, Lýðarsvegur 19, Postboks 3312, 110 Tórshavn, Telefon 31 44 11, Telefon 31 64 11, Telefaks 31 64 10, Fartelefon 26 76 86, oyggjat@post.olivant.fo|
|Sosialurin, Box 76, Vágsbotnur, FO-100 Tórshavn, Tel +298 341800, Fax +298 341801, post@sosialurin.fo|
|Dimmalætting, Smyrilsvegur 13, Postboks 3019, FO-110 Tórshavn, Tel. +298 54 12 00, fax +298 54 12 01, redaktion@dimma.fo|
|Kringvarp Føroya, Postboks 1299, Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, uv-news@kringvarp.fo|
===== Social netverk. =====
Social netverk er kanska eitt tað besta staðið tú kannst fáa umtalu, tú kennir kanska bæði facebook og myspace og ikki minst G+ (Google Plus), Twitter, Reddit etc.
Hetta eru støð har fólk siga sínar hugsanir um mangt og hvat og deila tað við líkasintum.
Men hevur tú hugsa um hvat tað merkir fyri teg?
Um tú longu hevur ein profil sum tað eitur á einari slíkari tænastu, ja so veit tú at tú hevur longu ein áhoyraraskarða, tað umráðandi er at nýta hendan áhoyraraskarða á best møguligan hátt uttan at misnýta tænastuna um sama mundið, tí skalt tú ikki kasta teg út í SPAMMING um teg sjálvan og títt verk. Tað er sjálvsagt í lagi at tú umtalar títt verk og svarar spurningum sum settir verða um tað, hetta er umráðandi tí dialogurin skapar umtalu.
Á fleiri netverkum finnast áhugabólkar fyri mangt og hvat, royn at hyggja eftir, kanska er har nettupp onkur sum eisini dámar grønar slímsniglar úr Amazon økjinum, ella reyðprikkutar troyggjur og nettupp har kann tað verða uppá sítt pláss at siga frá um verk títt.
Hevur tú ikki longu ein profil kennur tú kanska onkran sum hevur, læt tey lesa og spyr um tey hava hug at umtala títt verk.
Eg eri vísur í at spyr tú pent finnur tú fleiri sum kundu hugsast at vilja hjálpa tær "to spread the word", ella "bera slatur" fyri teg.
===== Social bookmarking. =====
Social Bookmarking er ein annar háttur at spjaða kunnleika til tað sum tú gert. Hetta er ein háttur at deila leinkjur millum vinir, kenningar og onnur sum hugsast at hava áhuga í tí, tú hevur gjørt. Tað er eitt fyribrigdi sum kallast crowdsurfing við tað at tú letur onnur gera arbeiði fyri teg.
Her er [[howto_social_bookmarking|ein leinkja]] til eina síðu eg havi skrivað um social bookmarking (á enskum - Føroysk umseting fylgir tá stundin er til tess).
===== Netvørp =====
Netvørp er eitt annað slag av miðlum, tey flestu kenna helst Youtube, hjá fyritøkuni Google. Youtube kann nýtast til at gera video presentatiónir og líknandi. Tú kanst leggja sjónbandaðar samrøður út um teg sjálvan og tíni verk. Youtube kann eisini nýtast til viral marketing, sí seinni tí tekstinum.
Tað sama er galdandi fyri eitt annað slag av netvarp, nevniliga podcast. Eitt podcast er ein ljóðupptøka ætlað til td. MP3 ljóðavspælarum. Tú kanst td. lesa upp úr verki tínum og soleiðis skapa áhuga fyri tað tú hevur gjørt og td. biðja um loyvi at hava samrøður við aðrar miðlar liggjandi.
Seinast eru netradio, hesi eru at rokna sum nakað líknandi útvarpi, men finnast á netinum í staðin. Eitt slíkt kannst tú enntá seta á stovn sjálvur um tú hevur mót til tess [[http://www.howtoforge.com/linux_webradio_with_icecast2_ices2|howtoforge]] hevur eitt boð uppá hvussu tað kann gerast fyri tann meiri tekniskt hugsandi, men har finnast aðrir mátar eisini.
HTML5 hevur tags til multimediatilfar og harvið gera tað lættari uttan størri hóvasták at leggja inn slíkt tilfar á heimasíðu tína, um tú also hevur eina slíka, um ikki so burdi tú álvarsliga hugsa um tað.
Ein heimasíða kann nevniliga nýtast til at skapa tær røttu umstøðurnar fyri títt útgávuvirksemi.
===== Blogs & heimasíður =====
Ein bloggur er eitt slag av heimasíðu har tú regluliga skrivar um eitthvørt sum liggur tær á hjarta, hetta kann verða tað evni tú viðger í útgávu tínari ella bara ein platformur har tú heldur pennin hvassan.
Har finnast bæði ókeypis tænastur sosum https://www.blogger.com/ frá google, umframt meiri professionell tól sosum Wordpress frá http://wordpress.org/ til tann meiri tekniska brúkaran, hesi eru ofta tøk á webhotellum har amn keypir pláss, sovorin tól kunnu samstundis nýtast sum CMS fyri tína heimasíðu og hevur plugins til søluvirksemi. Eg stilli fegin upp sum konsulent um tú ætlar tann vegin [[http://einarpetersen.com/doku.php?id=bilegg_fjordufolkid|skriva og bið um eitt tilboð]].
Eg havi td. valt eitt tól sum kallast ein wiki, hetta er eitt slag av heimasíðu har øll í prinsippinum kunnu taka lut í at tilevna tilfarið á heimasíðuni.
Tólið eg havi nýtt kallast [[http://www.dokuwiki.org/dokuwiki|dokuwiki]] og er ótrúliga lætt at fáast við.
Ein statisk HTML síða kann eisini gera tað og so finnast mangar ókeypis tænastur sum gera tað gjørligt at gera heimasíður. Hesar eru tó ófta avmarkaðar á ymsan hátt og man skal tryggja sær at eins rættindir til tilfar vm. verða verandi á eins egnu hondum áðrenn ein gevur seg í kast við at nýta tænastunar.
===== Newsgroups og forums =====
Newsgroups eru nakað tað sama sum forums, tó er ein tekniskur munur við tað at ein newsreader skal til fyri at lesa newsgroups, men har finnast óteljandi slíkar, ein hin mest kenda er nokk usenet.
Google groups er http basera men eisni eitt stað har kjakast verður um ymiskt. Í Føroyum kan nevnast kjak.fo og td. kjakbólkanir hjá kvinna.fo sum eisini er eitt blað, og helst hevur serstakar reglur viðvíkjandi promovering.
Men einki er til hindurs fyri at tú ger tær ein profil á kjak støðum og harvið gerst meiri sjónlig/ur á netinum.
===== Ezines og viral marketing =====
Á netinum eru eisini sonevnd E-Zines, hetta er at líkna við bløð, men bert í elektróniskum skapi, fleiri teirra vilja gjalda rithøvundum fyri teirra tilfar og onnur aftur geva bert pláss til vónríkar høvundar, tað ber til at nýta hetta til tín fyrimun.
Set teg niður og skriva eina stuttsøgu, eina grein, eina yrking, ger okkurt tilfar sum tú metir eitt specifikt ezine kundi havt áhuga í. Tað at tú fært tilfar við eitt slíkt stað ger tað gjørligt hjá tær at skapa áhuga fyri øðrum sum tú hevur skrivað og tá hesin áhugin fyrst er skaptur, ja so hevur tú lagt lunnar undir einum framhaldandi áhuga fyri tí, tú skrivar.
Viral marketing kann verða fleiri ting.
Viral marketing kundi verið at onkur hevði skriva eitt dokument sum tyktist at verið td. frá einari skrivstovu undirskrivað av einum stjóra, ikki ein verulig fyritøka ella ein veruligur stjóri, men innihaldi í skrivinum tykist veruligt, tað kundi snúg seg um undarligar fíggjarligar flytingar ella royndir við óvitandi menniskjum av onkrum royndarheilivági.
Høvundurin kundi so nýtt netið at skapt polimikk um okkurt emni, sum so vísti seg í veruleikanum at verða eitt brot úr einari bók sum júst er skrivað.
Hetta er tó ein eitt sindur vandamikin taktikkur um ikki ein hugsar seg sera væl um.
Vit hava eitt fekst dømi við Danish-Mother-Seeking ein video sum fekk upp ímóti eina millión hits og fólk uppá kók at hjálpa stakkals Karen at finna pápa barnsins, onkur gjørdi sína egnu [[http://mindjumpers.wordpress.com/2009/09/12/danish-mother-seeking-the-fathers-story/|"mótvideo"]] sum svar uppá tað sum Danska Ferðaráðið hevði gjørt. Endin var at stjórin mátti fara frá, so tað ræður um at halda tunguna beint í munninum um man fer undir tiltøk sum omanfyri.
Men viral marketing nýtist als ikki at verða lirk og lump, nú kundi tað verið, at tín stóri áhugi var træsmíð og tú hevði skrivað verðsin bestu lærubók um tað evnið.
Hvat betri lýsing enn ein video á Youtube ella líknandi stað kundi gjørt tað gjørligt hjá tær altíð at havt eina lýsing á netinum um júst tína bók og tað sum hevur tín áhuga.
Tú kundi gjørt eina vegleiðing í onkrum træsmíði og so latið fólk taka lut í hesum ókeypis og harvið skapt áhuga fyri tínum verki.
Hættinir mangir til at fáa umtalu, hvør er best, ja tað eru tað helst deildar meiningar um. Men so leingi tú hugsar væl og leingi um tað og velur tað leið sum tú hugsar er best fyri teg so skal tað nokk ganga.
===== SEO Optimering =====
Umráðandi er at tá ið tú so fær umtalu i.e. um onkur skrivar um teg - leinkja so til umtaluna, á hendan hátt skapar tú relevans fyri teg sjálvan og tína síðu.
SEO Stendir fyri Search Engine Optimization - Hetta er eitt ummráðandi økji at royna at læra seg og sum minimum skal man gera sum nevnt í fyrra brotinum. Men tað kann loysa seg at seta seg inn í hvussu leiti maskinur sum google vm. virka fyri á tann hátt at tryggja sær best møguliga umtalu.
Á Wikipedia finnur tú hetta [[http://en.wikipedia.org/wiki/Web_search_engine|um søkjimaskinur]] og her [[http://en.wikipedia.org/wiki/List_of_search_engines|leinkjur]] til eina rúgvu av leiti maskinum listi yvur seach engines
Ger tær sjálvum ein beina og set teg inn í hetta økið fyri at tryggja tær mest møguliga umtalu og at fólk finna teg á alnótini.
===== Web Rings =====
Ein webringur er eitt samstarvslag ímillum heimasíðuánarar. Tað virkar á tann hátt at hvør einstøk heimasða hevur eina leinkju til tvær aðrar í ringinum umframt eina leinkju til onkra høvðussíðu soleiðis at man tryggjar sær, at man ikki stendur fastur um ein heimasíða "brotnar". Høvðussíðan hevur leinkjur til allar síður í ringinum.
Leinkjunar á síðuni leiða "surfaran" í ring tvs. trýstir man á næstu leinkju nóg ofta kemur man aftur á byrjunarstaðið.
Webringar finnast innan nærum eitt hvørt evni og kunnu verða ein góður máti at skapa PR fyri teg og títt verk.
===== Ymiskt tilfongi tú kanst nýta. =====
Fylgjandi brot er ætlað tær sum íblástur og leiðbeining til ymisk tilfongi sum er á netinum og sum tú kanst nýta í samband við tína útgávu.
Eg vóni at hetta skriv hevur givið tær mót uppá at fáa útgávuna frá hond, og hevur víst tær hvussu tú kannst gera meiri burturúr enn tú kanska í fyrstu atløgu hevði hugsa um.
Her til seinast koma nakrar leinkjur sum kunnu koma væl við - Góða eydnu við øllum!!!
**POD (Print on demand)**
Har finnast, um tú hevur møguleika at keypa tær ein prentara ella ikki følir tú hevur stundir at gerða alt sjálv/ur, aðrir mátar at fáa bókina útgivna.
Ein av sokallaðu POD (Print On Demand) tænastunum kallast [[http://lulu.com|LULU]]. Lulu kunnu hjálpa tær við øllum, prenting, avskiping, inngjaldingar, PR etc.
Ein onnur [[http://www.cafepress.com|CafePress]] er kanska ikki líka kend tá tað kemur til bókaframleiðslu, men har hevur tú td. eisini møguleika at fáa framleitt merchandise, sosum koppar, keppar, T-Shirts og annað sum tú kanst nýta td. til marknaðarføring.
Lulu er tó tann kendara av teimum báðum og hon eg havi sæð róst mest í ymsum tíðarritum vm.
**Rithøvundafelag Føroya**
Frá heimasíðu teirra:
//"Um felagið
Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957, og endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra."//
Les meiri á [[http://www.rit.fo/|http://www.rit.fo/]]
**Føroyskir yrkisfotografar**
Postsmoga 1266
FO-110 Tórshavn
Tlf: 313025
[[http://www.mynd.fo/pages/fo.php|Føroysk Myndlistafólk]]
Postboks 120
FO-110 Tórshavn
mynd@mnd.fo
**Ymsir stuðuls møguleikar**
[[http://www.mentanargrunnur.fo/|Mentanargrunnur Landsins.]]
[[http://www.stm.dk/_p_5599.html|Dansk-Færøsk Kulturfond]]
[[http://www.norden.org/da/norden-for-dig/nordiske-stoetteordninger/emner|Stuðul frá Norðurlanda ráðnum]]
[[http://www.kknord.org/lang-sv/kulturprogrammen/konst-och-kulturprogrammet/oeversaettningsstoed|Umsetingarstuðul til onnur Norðurlendsk mál.]]
**Lær at brúka foto teknitólið GIMP.**
[[http://www.linuxhaxor.net/2009/02/09/50-tutorials-to-get-you-started-with-gimp/|50 tutorials to get you started with GIMP]]
**Orsøkir til at velja at verða títt egna forlag:**
[[http://www.huffingtonpost.com/ja-konrath/ebooks-and-self-publishing_b_764516.html|Ein grein av J.A. Konrath]] Høvðundurin aftan fyri Jack Daniels thriller røðina.
Heldur tú okkurt væntar á síðuni ella er onkur drápulig prentvilla sum tú fyri alt í verðini sær skal rættast, so bið um at eg geri ein brúkara og ver við til at gera hesa síðu betri.
|Xerox’s new ColorQube 9200 printers are so innovative. Instead of using traditional cartridges, the printers use
|solid blocks of ink that melt when heated. Xerox claims that its $23,500 machine–meant squarely for corporate
|customers–can cut printing costs by 60% and eliminate 90% of all waste. And because solid ink sticks don’t have
|shells, there aren’t empty cartridges to deal with when the ink runs out.