User Tools

Site Tools


fjordufolkid_last_review_fo

Differences

This shows you the differences between two versions of the page.

Link to this comparison view

Both sides previous revision Previous revision
Previous revision
fjordufolkid_last_review_fo [2012/05/19 11:19]
fjordufolkid_last_review_fo [2023/06/24 05:48] (current)
217.182.175.125 old revision restored (2023/06/19 19:10)
Line 1: Line 1:
  
 +fiordlings20130101_fo_HD_production_copy.pdf - HD Versión - uml. 209MB        
 +fiordlings20130101_fo_mobile_production_copy.pdf - Mobil Versión - uml. 14MB 
 +
 +====== Fjørufólkið. ======
 +
 +Myndir og søga - Copyright 2009-2012, øll rættindi. 
 +
 +Einar Petersen 
 +
 +Tøkk til tykkum sum hava stuðlað útgávuni á ymsan hátt. 
 +
 +
 +Mentanargrunnur Landsins. 
 +
 +Eyðbjørn Jakobsen, Zhao Dan, Han Jing, Pia Dam Enevoldsen, Thomas Halager Svendsen, Lív Dam, Birita Johansen, Tommy Djurhuus, umframt mong onnur og ikki minst ein stór tøkk til konu mína Jindong Ding Petersen fyri íblástur, góð ráð og tín kærleika imeðan hetta arbeiði er farið fram. 
 +
 +Um útgávuna. 
 +
 +Útgávan av bókini er vorðin veruleiki í samstarv við Mentanargrunn Landsins, ið hevur stuðla hesi verkætlan, sum skal vísa hvussu tað ber til, hjá einstaklingum at geva út, ella gera sítt egna forlag, við hjálp av teimum hentleikum sum tøknin gevur okkum í dag, uttan at hetta nýtist at vera ein stór íløga hjá rithøvundanum. 
 +
 +Hendan útgávan er eitt sindur serstøk við tað at hon kemur sum E-Bók fyrst og síðan sum pappírsbók til tey sum ynskja at stuðla høvundan og samstundis ogna sær eitt prentað eintak av søguni.
 +
 +Íblástur til søguna um Fjørufólkið fekk eg frá listarverkum hjá pápa mínum Børge Petersen. 
 +
 +Til ber at lesa meiri um verkætlanina á heimasíðu mínari á síðuni: [[http://einarpetersen.com/doku.php?id=ver_titt_egna_forlag|Ver títt egna forlag]] á http://einarpetersen.com 
 +
 +Vónandi koma nógvar góðar løtur burtur úr hesari verkætlan. Tað veri seg, tá ein lesur hesa søgu, ella um ein fær íblástur, til sjálvur at fara í holt við at framleiða egið frumtilfar. 
 +
 +Góðan lesihug - Blíðar heilsur, Einar Petersen 
 +
 +====== Fjørufólkið. ======
 +
 +Einaferð fyri langt langt síðani, áðrenn heimurin bleiv so sum han er í dag, var ein tjóð ið nevndist Fjørufólkið.
 +
 +Hetta var eitt íðið fólkaslag, sum livdi í samsvar við náttúruna kring tey. 
 +
 +Tey vóru væl fyri, og eingin teirra leið nakra neyð. 
 +
 +Men brádliga ein dagin broyttist alt! 
 +
 +Tað var sum torusláttur táið hurðin til Korallborgina smildraðist, og óndi láturin hjá Havgrími av Bládýpisborg, fylti hjartað á teimum sum vóru í trúnsalinum við angist. 
 +
 +Tá ið hermenninir hjá Havgrími komu tysjandi, kveistraðu teir harðrent burtur einhvønn, sum royndi at verja kongin og størsta dýrgripin hjá Fjørufólkinum; og hóast fleiri mannliga royndu, so var eingin førur fyri at støðga teimum. Kongsins rødd dunaði gjøgnum gangin: 
 +
 +“Steðgið alt fyri eitt! Her skal einki lív latast fyri gripir ella annað! Berið fram ørindi tykkara.” 
 +
 +Tað gjørdist deyðahvirt í trúnsalinum. Havdís, prinsessan, sum hevði spælt krógva-blunda, lúrdi við stúrnum eygum út undan borðdúkinum, sum hon lyfti júst so høgt, at hon sá hvat fyrifórst og sjónin fylti hana við ræðslu. 
 +
 +Havgrímur peikaði á kongin. Mutlan frá mannafjøldini fylti høllina, tá ið tað gjørdist greitt hvat búrkroppanir vildu, nú kongur rætti hondina fram, og tað sást hvat hann helt í henni. 
 +
 +Líka so skjótt og óvæntað, teir høvdu brotið sær veg innar, eins skjótt hvurvu yvirgangskroppanir, og við sær høvdu teir tikið tað dýrabærasta sum fjørufólkið áttu… 
 +“Tað Gylta Eygað”, men áðrenn Havgrímur fór, lovaði hann at hvør tann sum royndi at fylgja teimum til Bládýpisborgina, skuldi lata lív. 
 +
 +Nú undrast tú helst hvat “Tað Gylta Eygað” er. Tað skilji eg væl og tað er eitt sindur torført at greiða frá, men lurta nú! 
 +
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill01_color_600dpi.15.png"  alt="ill01_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill02_color_600dpi.15.png"  alt="ill02_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill03_color_600dpi.15.png"  alt="ill03_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill04_color_600dpi.15.png"  alt="ill04_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill05_color_600dpi.15.png"  alt="ill05_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill06_color_600dpi.15.png"  alt="ill06_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill07_color_600dpi.15.png"  alt="ill07_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill08_color_600dpi.15.png"  alt="ill08_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill09_color_600dpi.15.png"  alt="ill09_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill10_color_600dpi.15.png"  alt="ill10_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill11_color_600dpi.15.png"  alt="ill11_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill12_color_600dpi.15.png"  alt="ill12_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill13_color_600dpi.15.png"  alt="ill13_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill14_color_600dpi.15.png"  alt="ill14_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill15_color_600dpi.15.png"  alt="ill15_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill16_color_600dpi.15.png"  alt="ill16_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +<HTML> <img src="http://einarpetersen.com/images/fiord/ill17_color_600dpi.15.png"  alt="ill17_color_600dpi.15.png"> </HTML>
 +
 +
 +Hjá konginum og fjørufólkunum var Tað Gylta Eygað vorðið ein halgidómur. 
 +
 +Um onkur ivaðist um eitthvat, ella hevði okkurt vandamál, so vísti “Tað Gylta Eygað” vegin, og soleiðis hevði tað verið í mong ættarlið, síðan fyrsti kongur Fjørufólksins læt Tað Gylta Eygað smíða… 
 +
 +Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis at hetta var eitt eyga sum sá alt, og soleiðis kundi ávara um allar vandar. 
 +Tað hevði jú verið nokkso snilt, sjálvandi. Men um tað var so, hevði Fjørufólkið helst eisini kunna krógvað “Tað Gylta Eygað”, áðrenn Havgrímur og menn hansara komu á dyr. 
 +
 +Satt at siga var “Tað Gylta Eygað” eitt slag av lærubók, um hvussu eitt fólk eigur at hyggja at sínum medmenniskjum og umhvørvinum kring seg; men hetta var ikki ein bók sum aðrar. 
 +
 +Nei, tað skal eg siga tær. "Tað Gylta Eygað" var einki minni enn ein bjørt, skínandi perla, sum var sett á ein veldisstav, gjørdur úr tí dýrasta reyðagulli, tú kanst hugsa tær. 
 +
 +Í fleiri hundrað ár høvdu listahandverkarar nýtt evnir síni, at innrita alt sum Fjørufólkið hevði lært, í veldisstavin og perluna, soleiðis at einhvør, ið hevði tørv á tí, frítt kundi læra av sínum medmenniskjum alt tað, sum tørvur var á at vita.
 +
 +Men aftaná at "Tað Gylta Eygað" var tikið frá fjørufólkinum, broyttist alt. 
 +
 +Fjørufólkið fór at gloyma alt tað, tey høvdu lært ígjøgnum øldir. 
 +
 +So hvørt sum tey gomlu fullu frá, fóru tey yngru verri og verri við hvørjum øðrum og umhvørvinum. Tey hugsaðu alt meiri um seg sjálvan, og als ikki hvat teimum sjálvum og øðrum Fjørufólki høvdu tørv á. 
 +
 +Sum dagar gjørdust til ár versnaði støðan. 
 +
 +At enda var bert grátur og tannagrísl at hoyra, táið ein spákaði sær ein túr ígjøgnum býin - tað er, um ein fekk frið til tess; tí tjóvsvætti og illgerðarmenn vóru farnir at gera seg inn á næstan øll, sum hættaðu sær út um dyrnar!.. 
 +
 +Hin forni sangurin og gleðin vóru horvin. Alt tyktist vónleyst og í leivdunum av Korallborgini sat nú gamli kongurin við sorgtungum eygum og skoðaði, hvussu lívsverk hansara og øllum kongum undan honum, fór fyri skeyti. 
 +
 +Ein dagin sum han soleiðis sat, trein dóttur hansara, sum nú var vorðin ein ung kvinna, innar. 
 +
 +
 +“Pápi, tú má gera okkurt. Tú kanst ikki læta ríkið fara soleiðis”. 
 +
 +Kongurin hugdi upp og suffaði. “Eg eri ov gamal kæra dóttir. Var eg 50 ár yngri skuldi, eg fylgt Havgrím til Bládýpisborg, og fólkið vildi verið har við mær. 
 +
 +Eg helt, at vit fóru at klára okkum uttan "Tað Gylta Eygað", men soleiðis bleiv tað ikki"
 +
 +"Um ikki vit hava eygað at leiða okkum, so hava vit einki..." 
 +
 +Prinsessan gjørdist ørg. "Um ikki tú gert okkurt, so geri eg tað." 
 +
 +
 +Hon snúi sær á og fór trampandi út úr leivdunum av trúnsalinum, tætt fylgd av tveimum lívverjum. Prinsessan hugsaði sum ein galin. Var tað veruliga so, at eingin visti hvat tey skuldu gera. 
 +
 +Var tað eingin sum kundi hjálpa teimum? Brádliga rann tað fram fyri henni; Gamli Erling, mundi hann liva enn ? 
 +
 +Tá ið hon var lítil, hevði hon hoyrt um Erling, sum mong hildu vera ein serskølt. Ja, ein rættuligan ørvitisknokk. 
 +
 +Hann brýggjaði seg ikki um at verða millum fólk, og so var hann ein av teimum fáu, sum leingi eftir at "Tað Gylta Eygað" var stolið, helt fast um, at onkur átti at farið og tikið tað aftur, tí tað var jú øllum greitt, hvør hevði tikið tað. 
 +
 +Fólk argaðu hann við, at um tað var so umráðandi at fáa tað aftur, so kundi hann bara sjálvur fara og krevja tað. 
 +
 +Tað kundi eisini verða at hann bara gjørdi tað, plagdi hann at svara, áðrenn han í øði stetlaði burtur. 
 +
 +Heilt hvar hann plagdi at fara, var hon ikki vís í, men helst mundi tað verða inn í taraskógin fyri eystan. 
 +
 +Hvar býr Gamli Erling? spurdi hon annan lívverjan. 
 +
 +Han hugdi eitt sindur spurin uppá prinsessuna. Gamli Erling? svaraði han, og lætst ikki við seg koma.
 +
 +"Ja, Gamli Erling, sum øll flentu at tí hann vildi krevja Tað Gylta Eygað aftur frá Havgrími", spurdi prinsessan.
 +
 +Nú var týðiligt at lívverjin visti okkurt, men at hann av onkrari orsøk ikki vildi siga nakað.
 +
 +Alt í lagi meðni - um tú ikki vil siga nakað, so kanst tú kanska?. Hon hugdi uppá hin lívverjan hvørs andlit gránaði. Men hann svaraði ikki.
 +
 +"Nú so. Hvørgin tykkara vil siga nakað?" prinsessan setti knyklar í brýr.
 +
 +"Júmen so má eg bara finna út av tí sjálv!" og áðrenn nakar teirra náddi at svara, sat prinsessan á rygginum á einum sjóhesti hvørs flákrandi veingir førdi hana móti taraskógnum við rúkandi ferð.
 +
 +Teir báðir lívverjanir runnu stuðnandi aftaná, men áðrenn teir komu upp á liðuna av prinsessuni, hvarv hon í útjaðaranum í taraskógnum. 
 +
 +Lívverjanir báðir hugdu hvør hvør at øðrum - mistu teir hana burtur fór ikki at verða stuttligt hjá teimum, tá teir komu heimaftur.
 +
 +Har var einki í at velja. Teir hurraðu, so skjótt sum bein teirra kundi bera teir, aftur til stallin og skræddu bóksliðni úr hondunum á einum húskalli, ið var í ferð við at seta 3 sjóhestar inn í stallin. 
 +
 +Áðrenn hesin náddi at siga eitt einasta orð um sína misnøgd, vóru lívverjarnir burtur úr eygsjón. 
 +
 +Fleiri tímar seinni funnu teir prinsessuna. Hon sat í einum gomlum húsi, og gjøgnum gluggan sást at hon tosaði við ein gamlan og skeggutan Fjørling. 
 +
 +Teir bankaðu høvuðsliga uppá, og tá ið dyrnar vórðu latnar upp, vóru teir skjótir innar.
 +
 +"Nú kemur tú við okkum heim!" segði annar teirra ilskliga.
 +
 +"So tað heldur tú", svaraði prinsessan.
 +
 +"Ja tað geri eg!", svaraði lívverjin.
 +
 +Gamli Erling smíltist - "Íðan hvat ætlar tú at siga við kongin, tá ið prinsessan sigur honum, at hon í fleiri tímar hevur sitið her hjá mær og práta, at hon næstan var gloypt av einum svongum toski, áðrenn vit hittust her í taraskógnum"
 +
 +"Eg kann ikki annað enn hugsa um hetta...." 
 +
 +"Hvat halda tit at hann fer at siga til tað?" 
 +
 +"Nei... Eg spyrji bara", legði hin gamli Fjørlingurin afturat.
 +
 +Teir báðir lívverjanir bliknaðu, tí teir vistu fullvæl hvat kundi henda, um kongurin fekk at vita, at dóttur hansara hevði verði í vanda, og at teir ikki høvdu verið hjá henni.
 +
 +"Hugsi, at eg kanska einki sigi við pápa um alt hetta. Tað høvdu tit helst ikki havt nakað ímóti", segði prinsessan við einum spyrjandi eygnabrá.
 +
 +Lívverjanir nikkaðu og hugdu niður, har var lítið og einki teir kundu siga.
 +
 +"Hugsi at tit kanska hava hug at hjálpa mær við onkrum", legði prinsessan afturat.
 +
 +Teir báðir nikkaðu játtandi. Hon hevði teir júst har hon vildi.
 +
 +Gott so - Her er ein listi yvir tað tit skulu fáa hendur á. Í morgin fara vit út og vit koma ikki aftur fyrr enn vit hava heintað "Tað Gylta Eygað".
 +
 +Gamli Erling kendi ein fløva um hjartað. Hann var stoltur sum eingin annar. Kongsdótturin hevði hjá honum, í hansara egna heimi avgjørt, at taka lagnuna í sínar hendur, og harvið eisini lagnu fjørufólksins. 
 +
 +Erling smíltist, Fjørufólkið skuldi nokk ressast aftur - um tað stóð til kongsdóttrina!
 +
 +Við skelvandi hondum lósu teir báðir lívverjanir yvirlitið. 
 +
 +Har var eingin ivi. Kongsdótturin meinti hetta í ramasta álvara.
 +
 +
 +Dagin eftir spákaðu tey øll fýra oman eftir høvuðsgøtuni. 
 +
 +Teir báðir brynjaðu lívverjanir vóru nóg mikið til, at flest øll hildu seg til viks, har tey komu gangandi, men ein var sum ikki vísti teimum somu lótir.
 +
 +Hetta var ein ungur drongur, knappliga hálvvaksin, men kortini gamal nokk til at vita, hvussu hann átti at bera seg at, tá ið ein við hægri tygn var í nánd.
 +
 +Men drongurin lætst ikki um vón. Skjótur sum vindurin smoygdi hann sær inn ímillum lívverjan og Gamla Erling, og tók ein posa úr lummanum hjá honum.
 +
 +"Hey kom aftur við hasum", rópti Gamli Erling, ovfarin av stuldrinum. 
 +
 +Annar lívverjin hirdi aftaná dronginum og fekk í kragan á honum, men hann náddi ikki meiri enn at blunka, so stóð hann við jakkanum í hondini, meðan drongurin hvarv inn millum tvær lonir sum stóðu so nær saman, at eingin teirra hevði ein livandi kjans at fylgja aftaná.
 +
 +Gamli Erling kannaði lummar sínar og nú fann eitt smíl sær vegin fram á andlit hansara.
 +
 +"Hví smilist tú so", segði lívverjin, sum stóð við jakkanum í hondini.
 +
 +"Bíða eina lítla løtu", svaraði Gamli Erling huldisliga og skimaðist tann vegin drongurin var horvin.
 +
 +Tað vardi ikki leingi áðrenn eitt svart skýggj tók seg upp um tekjurnar. 
 +
 +Skundi tykkum! Læt í Erling ímeðan han helt avstað móti skýnum.
 +
 +Tað sá út sum tá ið mjørki leggur seg um fjøllini, men sjógvurin myrknaði nakað væl skjótari, enn tá mjørkin legst, og tað var sum tað svarta skýggið bert vaks. 
 +
 +Men tað sá út til at tað bert vaks til eina ávísa stødd, áðrenn tað spakuliga fór at kámast aftur. 
 +
 +Út úr skýnum kom drongurin reikandi, sum var hann blindur. 
 +
 +Hann gekk seg beint í fylgið sum í hølunum á Gamla Erlingi, í skundi hevði nærkast svarta skýnum.
 +
 +
 +Gamli Erling tók um handliðið á dronginum.
 +
 +"Segði eg ikki at tú skuldi koma aftur við hasum posanum".
 +
 +Drongurin var hjartkiptur, "Eg síggji einki", næstan græt hann.
 +
 +"Eg veit", svaraði Gamli Erling, "Sjónin kemur aftur um eina løtu".
 +
 +Drongurin stívnaði tá tað rann fram fyri hann, at hetta var sami maður, sum hann fyri eini løtu síðani hevði stolið frá. 
 +
 +"Hvør eigur teg?", spurdi Erling sum ætlaði at tosa eitt borgarligt orð ella tvey við foreldur drongsins.
 +
 +"Eingin", svaraði drongurin, "Foreldur míni eru bæði deyð".
 +
 +Kongsdótturin, sum hevði hildið seg eitt sindur í bakgrundini kendi hjarta sítt blotna, eitt var at drongurin hevði stolið, men hevði hann veruliga ongan góðan?
 +
 +"Er so eingin sum ansar eftir tær", spurdi hon og legði eina hond á armin hjá Gamla Erlingi, sum linkaði fasta takið hann hevði um armin á dronginum.
 +
 +"Nei", hikstraði hann.
 +
 +"Eigur tú onga familju meðni?", kongsdótturin kendi ein sting í hjartað, hon hevði sjálv tá hon var fýra ára gomul mist mammu sína, so hon visti hvussu trupult tað kundi verða ikki at hava foreldur, ella bert at hava eitt foreldur.
 +
 +"Bara ommu".
 +
 +"Hmm", brummaði Gamli Erling. "So kanst tú kanska siga okkum hvar hon býr"
 +
 +“Nei hon má einki fáa at vita, tí tað hevði givið hjarta hennara djúpa sorg”, byrjaði drongurin.
 +
 +"Jú men at stjala er ikki rætt, tað er ikki nakað sum er í lagi og um ikki onkur hevur eyguni eftir tær, so ger tú tað bara aftur", helt Erling fram.
 +
 +"Um eg ikki geri tað, so fær hon einki at eta, eingin vil seta ein sum meg í arbeiði og eg kann ikki lata hana svølta"
 +
 +Tað bleiv kvirt. Hann hevði rætt í tí hann segði; í hvussu so er sum hann sá út beint nú. Klæði hansara hingu í spjørrum og hann virkaði skitin og tvitin. Svarti liturin frá høgguslokkinum sum hevði skotið eitt skýggj av blekk í høvdið á dronginum, tá ið hann hugdi í posan, studdi uppundir útsagn hansara.
 +
 +Ein løta gekk áðrenn Gamli Erling tók til orða: "Um tú lovar ikki at renna so sleppi eg armin á tær, men tú skal játta, at fylgja okkum heim til ommu tína.
 +
 +Afturfyri skal eg so lova einki at siga henni um hetta málið, men eg vil práta við hana og finna eina loysn soleiðis at tær ikki nýtist at stjala longur. 
 +
 +Ein drongur á tínum aldri eigur at ganga í skúla og læra soleiðis at tú kanst gerast ein rættur maður. 
 +
 +Hvat sigur tú til tað?", helt Erling fyri.
 +
 +"At ganga í skúla?", royndi drongurin.
 +
 +"At gerast ein rættur maður. Tað er nakað tú sjálvur kanst velja, veitst tú... ja tú kanst ganga og stjala og hutla teg ígjøgnum lívið, men tú kanst eisini velja ein annan veg. Tann rætta vegin.
 +
 +Ein veg uttan svik og stuldur. Tað er ein harður vegur men ein, tú kemur at gleðast um tá tú gerst eldri".
 +
 +Drongurin, sum spakuliga var við at vinna sær sjónina aftur, royndi at eygleiða hin gamla mannin.
 +
 +
 +Hatta, sum maðurin segði ljóðaði gott men hvussu kundi hann vita hvussu hart lívið var? Hann hevði jú alt! Mat í munnin, klæði á kroppin og eitt heim at búgva í. 
 +
 +Hvat hevði hann sjálvur og omman? 
 +
 +Eini hús sum vóru við at falla saman. Matur, - jú, tá ið okkurt var til yvirs, tá ið omman hevði fingið sítt. Ofta mátti hann lúgva fyri ommuni. 
 +
 +Erling vísti honum armin hjá sær. 
 +
 +Dronguri taldi sjey merki sum líktist tí ið ein høgguslokkur kundi gera á hvalum og øðrum skapningum.
 +
 +“Veitst tú hvat hetta er”, spurdi gamli maðurin.
 +
 +Drongurin nikkaði "Høgguslokkur?", royndi hann spyrjandi.
 +
 +Erling segði einki, hann nikkaði bert, "So svangur havi eg verið, at eg var noyddur at berjast ímóti Svarta Otto fyri at sleppa at finna mær til føðina.
 +
 +Drongurin hugdi uppá Erling. Gamli Otto.... 
 +
 +Hann hevði hoyrt søgur um ein høgguslokk, eldri og vandamiklari enn allir aðrir og Erling hevði barst við hann? 
 +
 +Hetta hevði hann ilt við at trúgva.
 +
 +"Tú sigur at tú hevur verði í fastatøkum við Otto?", segði drongurin illtrúgvin.
 +
 +Erling hugdi beint í eyguni á honum.
 +
 +"Men bæði tú og Otto eru livandi. Eingin er nakrantíð sloppin livandi frá hólmgongu við Otto..."
 +
 +"Segði eg hólmgongu? Nei eg segði eg havi barst við Otto, tað er ikki tað sama"
 +
 +"Nei men Otto?".
 +
 +Har komst ikki uttan um, so Erling segði honum alla søguna um hvussu hann og Otto báðir høvdu funnið sær ein taraskóg, Otto hevði ætlað at nýta tað sum skjól og Erling, ja hann ætlaði at taka tey bestu tarabløðini til matna.
 +
 +Ikki løgið at teir báðir høvdu verið ósamdir um, hvussu taraskógurin skuldi nýtast. 
 +
 +Otto var yngri tá, og tað hevði eydnast Erlingi at lumpa Otto soleiðis, at hann bert kundi nýta ein arm við at siga Otto søguna um Gordiska knútin, beint sum Otto hevði ætlað sær Erling til matna.
 +
 +"Hin Gordiski knúturin?" spurdi drongurin.
 +
 +Ein onnur søga eg skal siga tær frá eina aðru ferð, um tú leggur í.
 +
 +Drongurin nikkaði, tað var langt síðani nakar annar enn omman hevði lagt í hann, ella so mikið sum ønt honum eitt orð. 
 +
 +Jú kanska skuldi han lurta eftir gamla Erlingi.
 +
 +Nakað seinni komu tey til húsið hjá ommuni. 
 +
 +Meðan drongurin bíðaði í køkinum har hann gjørdi okkurt til matna til ommuna og gestinar, tosaðu omman og Erling saman.
 +
 +Tey tosaðu leingi, men tá ið omman at enda kom út í køkin, brosaði hon um alt andlitið tá hon sá dreingin og hon tók um Flógva, sum hann kallaðist.
 +
 +"Erling sigur tú er ein drongur við evnum og at hann fegin vil læra teg upp... eg eri so stolt av tær mín kæri Flógvi", hon kíndi hann.
 +
 +Flógvi var enn eitt sindur ivingarsamur. Hvat skuldi hann læra til?
 +
 +"Lærari", omman smakkaði uppá orðið. "Abbi tín var lærari, visti tú tað?"
 +
 +Drongurin risti við høvdinum. Lærari, hvussu skuldi hann gerast lærari, tá ið hann ongantíð hevði gingið í skúla. 
 +
 +Men ikki allir lærarar høvdu gingið í skúla skuldi hann seinni í lívinum sanna.
 +
 +Avgerðin var tikin. Flógvi skuldi í læru hjá Erlingi og læran byrjaði beinanvegin. 
 +
 +Erling segði dronginum, at prinsessan vildi tryggja ommuni eitt sámiligt lív, og hvussu prinsessan, tá ið tey komu heim við “Gylta Eyganum”, vildi syrgja fyri, at øll framyvir skuldu fáa eitt sámiligt lív, tá íð tey gjørdust gomul.
 +
 +Eitt lív har einki væntaði, hvørki matur, heim ella hjálp um tað var tað, teimum tørvaði til tess at kunna eldast við gleði.
 +
 +
 +
 +Dagin eftir vóru fyrireikinganar til ferðina framvegis í gongd og Erling stóð og eygleiddi tvíburðarnar Brimil og Taru, sum omman hevði rópt tey. 
 +
 +Drongur og genta vóru tey, og so ymisk sum nátt og dagur. 
 +
 +Brimil var stórur á at líta. Ikki ein tú vildi komið í hóslag við. Samstundis vóru rørslur hansara varligar, sum bar hann eitt egg.
 +
 +Tara hinvegin var lítil og kvik. Tosaði sum áarstreymur, var ikki til at støðga, og buldraslig sum fáar gentur. 
 +
 +Hon smílti, har tey komu sveimandi á bakinum á eini stórari tindaskøtu. Tey nærkaðust ferðalagnum við øgiligari ferð og støðgaðu ikki, fyrr enn beint áðrenn at tey brustu saman.
 +
 +Tara leyp av bakinum á tindaskøtuni "Hey", rópti hon ímeðan hon bóltaði rút, áðrenn hon lendi beint við síðuna av prinsessuni. 
 +
 +"Sum tú hevur vøkur klæði", segði hon og læt fingrarnar renna eftir kjólanum hjá prinsessuni. 
 +
 +Annar lívverjin skuldi til at taka Taru og lyfta hana burtur, men prinsessan helt honum aftur.
 +
 +"Takk", "Og sum tit duga væl at ríða á tindaskøtu. Haldi eg aldri, eg havi sæð nakran handfarið djórið so væl".
 +
 +"Sjálv takk" segði Tara og lýsti upp í einum glitrandi smíli.
 +
 +Brimil, sum nú var komin niður av tindaskøtuni, nikkaði meðan hann festi bókslið til ein steyra, sum gjørdi at hon kundi svimja spakuliga í ring.
 +
 +"Vit hugsaðu, at tit kanska høvdu hug hjálpa okkum?", segði prinsessan.
 +
 +"Nú so, við hvørjum um eg má spyrja", segði Tara leikandi.
 +
 +"Jú síggja tit, vit skulu til Bládýpisborg". Tað gjørdist kvirt.
 +
 +Tvíburðarnir hugdu hvør upp á annan. Ikki var tað vanligt at Tara tagdi, men Bládýpisborg, hetta ljóðaði sum eitt ævintýr størri enn nakað, hon kundi droymt um. 
 +
 +Sum hon hugdi frá andlit til andlit í fylginum, støðgaðu eygu hennara við Flógva. Hon dvøldi leingi og ikki fyrr enn eitt varisligt smíl sást á andlitinum á dreinginum, læt hon eygu síni leita aðrar leiðir.
 +
 +"Bládýpisborg... langt burturi um tit spyrja meg, sjálvt um vit nýta tindaskøtur kemur ferðin at taka nakrar dagar ella so." 
 +
 +"Eru tit vís í at tit vilja tað?" spurdi Tara.
 +
 +"Ja", svaraði Erling "Vit vilja eisini gjalda væl fyri hjálpina"
 +
 +"Peningur er ikki spurningurin", mælti Brimil.
 +
 +"Tað er meira um faðir okkara vil loyva okkum, tí her er nógv at gera hjá sjóhestunum og skøtunum", helt hann á.
 +
 +"Eg skilji, men so mugu vit heldur spyrja pápa tykkara", svaraði Erling.
 +
 +Tara var uppi á tindaskøtuni í einum lopi "Komið við, so fara vit"
 +
 +Løtu seinni var fylgið við rúkandi ferð á veg til pápa Brimils og Taru.
 +
 +
 +
 +"NEI IKKI TALAN UM!"  rópti pápin. "Eg havi ikki hoyrt so skapt. Eitt er at tú Erling tosar slíkt ørvitistos, men ikki talan um at børn míni sleppa við! Tey hava nóg mikið at gera her við sjóhestunum, og við gjaldsinnheinting fyri Gullfinn.
 +
 +Erling snýsti, hesin maðurin tordi at kalla ætlan hansara svaka, og ákærdi hann fyri at lokka prinsessuna umframt Flógva í óføri, samstundis sum hann læt børn síni virka sum innkrevjarar fyri stórsta peningahávin í ríkinum. Ein maður, sum var alt annað enn stovubærur, tá tað kom til at fara væl um viðskiftafólk síni.
 +
 +Erling hevði júst hoyrt søguna, um hvussu Gullfinn hevði kroyst fittu gomlu einkjuna fyri hvørt oyra honn átti og síðan hevði tikið húsið frá henni. Hvussu kundi hesin maðurin loyva sær at havast at nøkrum? 
 +
 +Men Erling skilti, at hann kom ikki longri. Tað frægasta tey kundu gera var at leiga sær eitt fylgi av sjóhestum, og so taka tann langa teinin. Tá ið tey komu so langt, máttu tey finna sær onkran, sum kundi vísa teimum vegin gjøgnum Svartsúluskógin. 
 +
 +Tað var eyðsýnt, at tvíburðaparið als ikki vóru nøgd við tað, pápi teirra álegði teimum og tað var við iðran í huga, at tey sóu ferðalagið ríða burtur á teirra sjóhestum.
 +
 +Tá ið Svartsúluskógurin hómaðist úti í sýnini, komu tey til tey ytstu húsini. 
 +
 +Har høvdu tey frætt, at ein bóndi og húski hansara hildu til, og so var.
 +
 +Óli, sum bóndin kallaðist, var ikki glaður um tankan, at lata konu og heili seks børn verða einsamøll eftir, men teir glitrandi steinarnir sum prinsessan tók úr posanum, avgjørdi málið. Hann kundi ikki annað. Hann hevði ikki ráð at lata vera.
 +
 +Fyri tað prinsessan bjóðaði, kundi kona hansara geva børnunum mat og klæðir í langa tíð og fylgið hevði lovað honum uppaftur meiri, um hann vísti teimum vegin gjøgnum Svartsúluskógin. 
 +
 +Nakað sum átti ikki at verið serstakliga trupult, tí krabbarnir vóru neyvan komnir heilt suðurum enn.
 +
 +Svartsúluskógurin var einki tespuligt stað at verða, og var tað ikki tí at ferðin rundan um skógin hevði verið alt ov drúgv, fyri ikki at siga ógjørlig, so hevði fylgið ongantíð sett sínar føtur har. 
 +
 +"Er langt til Bládýpisborg?", spurdi Flógvi.
 +
 +Óli játtaði hesum enn eina ferð. Tolni var nakað drongurin heilt víst kundi lært okkurt um.
 +
 +Bráðliga var ein hvøllur skjálvti, og ein av svørtu súlunum klovnaði. 
 +
 +Bløðrur goystu út úr klovnaðu súluni, og tað kendist sum alt ornaði.
 +
 +"Ansi eftir, her fer at kóka; skundi tykkum víðari so tit ikki skálda tykkum".
 +
 +Fylgið hugdi við stórum eygum at ógvusligu súlini haðani svartar, roykfyltar bløðrur komu goysandi. 
 +
 +Tey vóru skjótt komin framvið og løtu seinni hvarv klovnaða súlan millum allar hinar sum fyltu Svartsúluskógin.
 +
 +"Hvat eru hasar súlunar?", spurdi Flógvi sum tíðiliga var merktur av hendingini og Erling gjørdi sítt besta at greiða frá fyribrygdinum.
 +
 +"Allar hesar súlunar sum tú sært, eru eitt slag av blástrarholum hjá heiminum"
 +
 +"Heimurin, sært tú, er sum ein ketil sum kókar og súlurnar eru sum túturin á ketlinum, har eimurin roynir at sleppa út. Í hesum skógnum av súlum ber til at finna alskyns tilfar, sum kann nýtast til matna, til amboð og hvørt av sínum"
 +
 +"Men so leingi øll ræðast tað, ið kemur úr Bládýpisborg, ber ikki til at nýta tilfongið vit hava her... tað er syndarligt"
 +
 +Høvdið á Erlingi sakk framyvir, og var tað ikki fyri rópið frá Óla bónda, ja so var hann fullkomuliga fallin í fátt.
 +
 +
 +Hann skilti ikki heilt hvussu Óli bóndi hevði borið seg at. 
 +
 +Men Óli hevði í einum eygnabrá megna, bæði at síggja súluna klovna, og at prinsessan var í lívsvanda. 
 +
 +Hann hevði fingið sjóhestin Bessu at taka sjógv á bak og í síðstu løtu skumpa prinsessuna undan fallandi súluni. 
 +
 +Sjálvur fór hann singlandi framav.
 +
 +Tað skuldi ganga rúm tíð, áðrenn nakar teirra kom at kenna lagnu bóndans, tí út úr hurlivasanum komu menn Havgríms og tey vóru øll uttan Óli tikin til fanga, bundin væl og virðiliga, so eingin teirra kundi rýma.
 +
 +Menninir hjá Havgrími flentu. Tað var ikki hvønn dag teir gjørdu sovorðnan fong, Havgrímur fór at vera sera nøgdur.
 +
 +Óli lá undir falnu súluni og sá hvat fyrifórst gjøgnum eina rivu, og han var hjartkiptur. Ikki bert var hann fangaður undir niðurdotnu súluni, men alt fylgið var nú í klørnum á Havgrími, og her lá hann fullkomiliga hjálparleysur.
 +
 +Bert á lívi, tí kroppurin hjá Bessu hevði vart hann móti hesari vanlukku, sum mest av øllum minti um omanlop. 
 +
 +Eitt omanlop skapt av hasum bølmennunum, sum nú høvdu tikið fylgið til fanga.
 +
 +Sjóhesturin eymkaði seg, og tað skar í hjartað á bóndanum, at síggja hetta stolta dýrið liggja fangað her saman við honum.
 +
 +Hann klappaði hestinum. "Ligg still góða;  eg skal finna ein hátt at loysa okkum út undan hesum".
 +
 +Um Bessa visti, hvørt hann leyg ella ei, fann hann ongantíð út av. Men tað var sum um orð hansara, fingu okkurt at ressast í Bessu. 
 +
 +Hon spenti kropp sín og hetta gjørdi at bóndin fekk vríggjað seg leysan. 
 +
 +Tað gekk heldur ikki long tíð, fyrr enn hann hevði ruddað nóg mikið av grótinum oman av Bessu, soleiðis at hann kundi hála hana undan. 
 +
 +Men gakk, tað var ov seint, og Bessa læt eyguni aftur, ímeðan bóndin helt um hálsin á henni. 
 +
 +Um tað var eitt bros, sum Óli varnaðist tá ið Bessa andaðist kundi hann ikki verða vísur í, men eitt var víst, Havgrímur skuldi ikki sleppa at gera fylginum fortreð!
 +
 +Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Óli fann slóðina og han setti á fyri at fáa ferðalagið aftur. Tað gjørdist ein tung nátt; men at enda fekk hann fylgið aftur og eygleiddi tey frá tí, bóndin helt verða eitt trygt skjól.
 +
 +Hevði klógvin fingið fatur fyrstu ferð, hevði deyðin verið vísur, men krabbin fekk bert fatur á kappanum og bóndin var skjótur at loysa seg úr honum.
 +
 +Hann kroysti seg út gjøgnum rivuna, og tordi nærum ikki at hyggja afturum seg, so ræðulig var sjónin hann sá tá ið krabbin fekk fatur í kappan. 
 +
 +Men hann mátti vita um krabbin kom aftaná honum.
 +
 +Skorturin, sum hann sá beint í, var ikki tespuligur á at líta. 
 +
 +Eyguni tyktist at stara beint inn í hansara sál, og hann kulsaði. Eina løtu stardi Óli fram fyri seg. Tað kendist sum ein ævinleiki. 
 +
 +Men hann fekk skrætt seg leysan og skundaði sær avstað, so skjótt sum bein hansara kundu bera hann.
 +
 +Óli setti kós móti onkrum, sum líktist einum lítlum korallrivi.
 +
 +Hann hevði mist alt tíðarskil, meðan hann spældi hetta hættisliga krógva-blunda við kongakrabban, sum helt seg framat, alla tíðina beint í hølunum á honum.
 +
 +Holan í rivinum hevði ein tryggleika yvir sær, og munnin var ov smalur til, at krabbin kundi koma aftaná honum, bóndin tuskaði tí alt han var mentur móti opinum.
 +
 +Ikki meiri enn komin fram á munnan, stakk eitt annað skrýmsl sítt andlit fram. 
 +
 +
 +Ein murenuállur, størri enn nakar Óli fyrr hevði sæð, stakk høvdið útum. 
 +
 +Állurin hevði kent á sær, at okkurt rørdist uttanfyri, og tað plagdi at merkja, at døgurðin var bjargaður.
 +
 +Bóndin stóð pinnastillur, ímeðan murenuállurin smoygdi sær allan vegin út, tað var sum ræðslan gjørdi, at hann fekk ikki flutt seg eitt einasta fet afturat.
 +
 +Júst sum velduga gapið spílaðist upp at slúka hann, og bóndin í einari seinastu roynd at bjarga sær, tveitti seg skerflatan, kom ein klógv honum til hjálpar. 
 +
 +Kongakrabbin hevði fingið eyga á ein enn størri og leskiligari bita enn Óla-bónda. 
 +
 +Óli-bóndi slepti sær skundisliga til rýmingar, uttan at bíða eftir hvat úrslitið av bardaganum millum hesar báðar ræðuligu kempurnar endaði við.
 +
 +Tað var við piprandi angist, at bóndin langt um leingi fann slóðina aftur og tað var við ikki minni angist at hann fylgdi henni heilt til Bládýpisborg, hagar fylgið var ført av ránsmonnunum.
 +
 +Eftir at hava kanna lendið eina løtu, fekk bóndin eyga á ein skara av tarafuglum tætt við. 
 +
 +Um hann megnaði  at fanga ein av teimum, kundi hann kanska á honum ríða upp til borgina. 
 +
 +Skuldi hann klintra mundi tað ikki fara at bera til. Og hvør visti hvat kundi krógva seg í hasum holunum, sum lógu millum hann og borgina og sum als ikki longur tóktust so tryggar á at líta?
 +
 +Erling, Flógvi og lívverjarnir royndi alt teir vóru mentir, men sterkar hendir hildu teimum  so fastar, at einki annað var at gera enn at ganga sum fangavørðarnir vildu. Hurðin til fangatippið var tung og tað dunaði tá ið hon varð latin upp.
 +
 +Fram eftir rommun fóru teir, ein fyri og annar eftir niður á eitt gólv, sum fór at halla so hvørt sum teir gjørdust fleiri í tippinum.
 +
 +"Haldi tykkum á miðjuni annars fara tit í dýpið, gólvið er sum ridlusteinur", rópti størsti av fangavørðunum flennandi og fangarnir so gjørdu og lukkutíð, hann læt teir vita hvat fyri fórst júst tá, tí alt rúmið tyktist halla, ella rættari gólvið, og teir skiltu at fóru teir í dýpið, sum fangavørðurin segði, ja so mundi eingin bjarging verða.
 +
 +Fangatippið sjálvt var sum fangatippi flest, myrkt, óhøgligt og als ikki stuttligt at verða í, men prinsessan, ja hon hevði tað ikki stórt betri.
 +
 +Ímeðan restin av fylginum vóru førd til fangatippi, so var hon leidd upp í annað tornið á borgini. 
 +
 +Tá hon, leidd av tveimum ovurstórum leigusveinum, trein innar í kamar Havgríms, rann tað kalt niður eftir rygginum á henni, vakurleikin skar í eyguni og reyðu gardinurnar fingu tað at síggja út, sum var hetta eitt kongskamar, men einki kundi dylja kensluna av, at hetta var kamar hjá einum bølmenni, sum bert var komin har hann var, tí hann hevði rænt, snýtt og brúkt onnur púra uttan fyrilit ella samvitsku.
 +
 +Eitt borð stóð mitt í rúminum og Havgrímur sjálvur sat við borðendan.
 +
 +"Set teg góða", segði hann og smílti, ímeðan hann peikaði á ein stól, sum stóð við hin borðendan.
 +
 +Ein tænari dróg stólin út, men prinsessan settist ikki í berum treiskni.
 +
 +Havgrímur veittraði við fingrunum og leigusveinarnir noyddu hana í stólin.
 +
 +"Hví so treisk? Alt verður nógv lættari, um tú ger sum tær verður boðið", mælti Havgrímur eitt sindur illsliga.
 +
 +"Tú er ikki harri mín. Tú er einki annað enn ein tjóvur og eitt bølmenni", svaraði prinsessan uttan drál og við styrki í røddini.
 +
 +Havgrímur kundi ikki lata verða at samanbera hana við pápa hennara. Í sínari tíð hevði hann eisini verði ein stoltur maður, men tá kona hansara drotningin doyði, minkaði hann burtur í einki og lætt hevði tá verði at taka veldisstavin frá honum, veldisstavurin sum skuldi gera Havgrím til kong yvir øllum havbotninum.
 +
 +"Nú nú, ikki so illsint, eg veit tú ert góð við fólk títt og ikki minst felagar tínar, sum sita í ridlutippinum beint nú".
 +
 +Prinsessan segði einki, men Havgrímur sá á henni, at hetta rein við hana.
 +
 +"Et nú, vit kunnu ikki hava at prinsessan fer svong í song dagin undan brúðleypi hennara", segði Havgrímur.
 +
 +"Brúðleyp? Tú ert ikki við fult vit!", lat í prinsessuni.
 +
 +"Ájú, mann ikki tað", svaraði Havgrímur við einum bráði, sum ikki boðaði frá góðum.
 +
 +"Tú ert svakur. Eg fari ongantíð at giftast við tær, ikki nú og ikki um 1000 ár", mutaði prinsessan ímóti.
 +
 +Havgrímur læði "Ver mín, so sleppa felagar tínir leysir, um ikki so verða teir fyribeindir og tú skal vera mín kortini"
 +
 +Hon hvepti seg við -  óndskapur Havgríms kendi onki mark og prinsessan visti innast inni, at hetta mundi verða einasti mátin, hon kundi bjarga feløgum sínum, hevði hon bara ongantíð sett hetta ævintýri í gongd!
 +
 +Hví skuldi hon verða so brá, hvat var ein veldisstavur, tá veruleikin er tann, at alt sum nýtist til at verða ein skilagóður leiðari, er eitt gott hjarta og umhugsni. 
 +
 +"So gifti eg meg við tær, so lata vinir mínir ikki lívið og teir sleppa hagani sum fríir menn?"
 +
 +"Ja sjálvandi", svaraði Havgrímur við einum smíli sum var alt annað enn álítandi.
 +
 +Erling sat og skavaði við stavinum hjá sær. Hann hugsaði so tað brakaði. 
 +
 +Tað hevði eydnast Flógva at nápa lyklatyssið frá fangavørðinum, tá ið hesin tveitti hann inn um og klamsaði hurðina aftur. Tað gjørdi tó ikki tann stóra munin. 
 +
 +Lyklarholið sat uttanfyri, so ikki bar til at fáa lykilin í innanífrá og fyri at gera alt verri so skuldi ikki nógv til, áðrenn ridlusteinurin koppaði í dýpið, og tað fór at verða tann vissi deyðin fyri teir allar. 
 +
 +Ein smøl riva, sum var millum veggin og steinin teir sótu á, var tað einasta sum kundi avdúka tað bládýpi, sum var undir teimum, um steinurin koppaði skeivan veg.
 +
 +Men eingin teirra hevði havt dirvi at kanna fangatippið nærri. 
 +
 +Teir sótu har bara, alt meðan teir bíðaðu eftir lagnu sínari. 
 +
 +Teir høvdu hoyrt fra fangavørunum, hvat sum var sagt í torninum. 
 +
 +Fór prinsessan at siga ja at gifta seg við Havgrími, ja so vórðu teir bjargaðir men um hon segði nei... 
 +
 +Tankin var ræðuligur. 
 +
 +Tað var nærum líka mikið hvat hendi, tí sjálvt um teir vóru bjargaðir, so var prinsessan framvegis fangað hjá hesum bølmenninum. 
 +
 +At hugsa sær hana, handan vakra sálin, gift við Havgrími. 
 +
 +Tankin var anstyggiligur; tað var næstan betri at detta í myrkrið. 
 +
 +Uttanfyri flentu fangavørðarnir. Teir hugnaðu sær í uppihaldsstovu sínari lítið vitandi um Óla bónda. 
 +
 +Eftir tógvið stríð hevði tað eydnast honum at fanga eitt hvalspýggj og eftir uppaftur størri strev hevði hann fingið hvalspýggjið at bera seg upp til eitt vindeygað, har hann hevði smoygt seg innar. 
 +
 +Á hvønn hátt han skuldi finna felagar sínar, visti hann ikki enn, men onkursvegna skuldi tað nokk eydnast. 
 +
 +Heldur ikki visti hann, hvussu hann skuldi finna leið her inni, og tað var mestsum av tilvild hann kom framvið uppihaldstovuni og hoyrdi málageipið frá fangavørðunum.
 +
 +"Ja teir sita so fittir og bíða...". Láturin sum fylgdi var fyltur av óndskapi. 
 +
 +"Teir halda veruliga, at teir verða bjargaðir um prinsessan giftist við Havgrími"
 +
 +"Býttlingar.– Teir áttu at vita, at so skjótt sum tey eru vígd, tekur hann veldisstavin og krýnir seg sjálvan til einaveldisharra yvir øllum á havbotninum"
 +
 +"Tá prinsessan er hansara er einki ið kann støðga honum. Kongurin yvir fjørufólkinum hevur gjørt kunnugt at tá prinsessan verður gift, skal hon arva ríkið"
 +
 +"Eingin fer at seta seg upp ímóti honum, tí øll fara at halda, at fitta prinsessan hevur gift seg av egnum fríum vilja og tískil eigur at fáa sín arv"
 +
 +Fangavørðarnir flentu aftur. 
 +
 +"Og hvør kann vera betri enn sjálvur Havgrímur at hjálpa henni at fáa skil á"
 +
 +Láturin buldraði ígøgnum gongdirnar og Óli visti tá, at hann skjótast til bar mátti finna restina av fylginum. 
 +
 +Og hvat var tað fangavørðanir høvdu sagt - At teir sótu og bíðaðu...?
 +
 +Mundu teir sita aftanfyri eina av hurðunum her?
 +
 +Óli sníkti seg upp til fyrstu hurðina. 
 +
 +Tað var ikki júst fylgið hann sá, men Tað Gylta Eygað, sum lá har á einari súlu og beint framman fyri hurðina var eitt hol yvir einum botnleysum dýpi, sum bert kundi typpast um hasin ridlusteinurin koppaði niður og lokaði holið. Hurðin var læst við einum stórum lási, og Óli grunaði, at okkurt ræðuligt mátti lúra í hasum dýpinum; annars hevði hasin steinurin ongantíð stungið soleiðis út, men kanska um hann... 
 +
 +Óli toygdi seg so langur hann var at røkka steinium. Hann trýsti á hann og steinurin førkaðist eitt vet.
 +
 +Skríggini frá rúminum við síðuna av støðgaði honum. 
 +
 +Látur buldraði inni úr vaktarrúminum. 
 +
 +Eina løtu stóð hann ráðaleysur. So royndi hann aftur. Skríggini vóru enn harðari og láturin tann sami. 
 +
 +Nú skilti han púrt einki, men steinurin hevði førka seg eitt vet longri. Forvitni fekk hann tó til at gevast við sínum royndum eina løtu og í staðin sníkja seg yvir til hina hurðina hagani gnístini vóru komin.
 +
 +Hann kagaði gjøgnum lúkuna og sá eina ræðuliga sjón. Heilt upp ímóti einum veggi stóðu hansara vinmenn á steininum, sum gekk inn í eitt op í vegginum. Teir stardu niður í dýpið; okkurt tyktist at røra seg langt niðri undir teimum. Bráðliga gekk sannleikin upp fyri honum og hann hvakk við, tá ið hann sannaði hvussu nær hann hevði verið við, at senda teir í dýpið.
 +
 +Han lat lúkuna í hurðina upp. 
 +
 +"Eg skal nokk fáa tykkum út", teskaði hann so hart sum hann tordi, tó ikki so hart at fangavørðarnir kundu hoyra hann.
 +
 +"Tað kanst tú ikki - eg havi lykilin", svaraði Flógvi.
 +
 +"So tveit mær hann, royn at raka undir rivuna sum er millum hurðina og gólvið".
 +
 +Flógvi ressaðist við, so kundu teir kanska sleppa út hóast alt.
 +
 +Hann miðaði og tveitti so. Lykulin fór singlandi og skreiddi út undir huðrina.
 +
 +"Huzzah", mutlaði Flógvi og knýtti nevan sigursælur.
 +
 +Óli sá lykilin fara singlandi undir rivuna og út eftir gongsgólvinum, men áðrenn  hann náddi at fáa hendur á honum, var hann farin framvið og endaði í einari rivu í gólvinum. 
 +
 +Tann lítla løtan, sum gekk áðrenn lykilin rakti botnin á holinum hann var gliðin niður í, segði Óla, at hetta fór ikki at verða lætt.
 +
 +Han skundaði sær yvir og kagaði niður í rivuna. Nú, heilt ógjørligt sá tað ikki út at vera. 
 +
 +Hann legði seg niður á gólvið og toygdi  armin so langt hann kundi.
 +
 +Fingraspíðsarnir trilvaðu í myrkrinum og at enda kendi hann lykilin.
 +
 +Var tað ikki fyri skjálvtan sum rakti Bládýpisborgina, hevði hann óiva fingið hendur á lyklinum í fyrstu atløgu, men gakk. 
 +
 +Tað gekk hvørki verri ella betri, enn at ein klettur loysnaði úr vegginum og rakti Óla beint í høvdið. 
 +
 +Hevði hann ikki verði í skeljahjálminum, hevði helst staðið verri til. 
 +
 +Men lukkutíð, at hann hevði hjálmin.
 +
 +Tað gekk ein løta, áðrenn Óli-bóndi kom fyri seg og hann reisti seg upp. 
 +
 +Framman fyri hann stóð nú ein gamal maður.
 +
 +
 +
 +Bóndin stúrsaðist við. 
 +
 +Maðurin, ið stóð framman fyri honum var av Fjørufólkinum, men klæði hansara vóru sum tey, teir elstu bóru fyri fleiri hundrað árum síðani. 
 +
 +Óli blunkaði og risti á høvdinum, steinurin hevði rakt hann meint!
 +
 +"Nei eg eri her, eins og tú ert her", segði gamli maðurin.
 +
 +"Men hvaðani komst tú?"
 +
 +"Eg havi verið her alla tíðina!"
 +
 +Óli skilti ikki rættiliga, men lat ikki við seg koma. Hin gamli smíltist eins og visti hann, hvat Óli hugsaði.
 +
 +"Tú skuldi gera okkurt, ikki so?", spurdi hin gamli.
 +
 +Knappliga rann lykilin fram fyri bóndan, sum stóð og kroysti hann í hondini. 
 +
 +Bóndin hugdi uppá gamla mannin ið peikaði á hurðina, sum leiddi til rúmið har Tað Gylta Eygað lá. 
 +
 +"Tað Gylta Eygað?" spurdi bóndin eitt sindur undrandi.
 +
 +"Tað er títt val, um tú ber Tað Gylta Eygað aftur til kongin kanst tú allarhelst bjarga garðinum og breyðføða familjuni restina av ævi tínari, tí lítil ivi man verða um, at kongurin vil løna tær væl afturfyri. Ikki vil tað verða ringt at sleppa avstað við stavinum.."
 +
 +"Tú vil hava meg at velja millum Eygað og vininar?"
 +
 +"Nei tað er ikki eg, sum vil hava teg at velja. Tað er lagnan."
 +
 +"Jamen har er einki at velja í..."
 +
 +Tá ið Óli gav hetta svar smíltist Gamli maðurin og hvarv í einum blindandi ljósi.
 +
 +Tá ið bóndin hevði blunka nakrar ferðir varnaðist hann, at hann enn lá á gólvinum, hann hevði framvegis hond sína niðri í sprekkuni og hondin var fast knýtt um lykilin.
 +
 +Ein lítil skjálvti afturat risti borgina.
 +
 +Óli leyp upp... Vinirnir!
 +
 +Tað var í seinastu løtu hann fekk hurðina upp og fylgið kom tysjandi út. 
 +
 +Ein murenuállur størri og ræðuligari enn nakar Óli  nakrantíð hevði sæð, stakk høvdið upp ígjøgnum gloppið í gólvinum, sum var komið í tippinum.
 +
 +Teir royndu at trýsta hurðina aftur men til fánýtis. 
 +
 +Lukkutíð stóðu teir røttu megin hurðina, tá ið állurin kroysti hana upp og smoygdi sær inn eftir gongini. 
 +
 +Geylini úr vaktarstovuni, har vaktinir høvdu sitið og flent,  bert lítla løtu framman undan, vóru ræðulig. 
 +
 +Vóru tippini ikki í einum avsíðis króki av Bládýpisborgini, so var galið, men eingin hevði varnast tað ið fyrifórst.
 +
 +"Hendan vegin, skjótt". rópti Óli-bóndi.
 +
 +Hann leiddi fylgið longur inn gjøgnum gongina og at enda inn í eina síðugongd, har hann klamsaði hurðina aftur og setti sláina fyri.
 +
 +Tað var ikki eina løtu ov tíðliga, tí murenuállurin hevði fingið snevilin av teimum og var í hølunum á teimum.
 +
 +Hurðin skalv tá állurin royndi at koma aftaná, men lukkutíð var tilfarið í henni sterkari enn so.
 +
 +"Trappunar eru hendan vegin", segði hann og streyk avstað.
 +
 +"Hvat nú?", læt í lívverjunum.
 +
 +"Vit noyðast at finna prinsessuna, áðrenn Havgrímur nær at gifta seg við henni", reyk úr Óla.
 +
 +Erling, lívverjarnir og Flógvi hugdi hvør uppá annan.
 +
 +"Ja Havgrímur hevur lovað henni, at tit skuldu fáa grið, um hon gifti seg. Hon hevur sagt ja, men bað hann bíða til í morgin, so hon kundi fáa hvíld."
 +
 +"Havgrímur segði ja. Men hann ætlaði ikki at halda orð. Hann ætlaði at giftast og lata tykkum rotna ella detta í dýpið alt eftir hvat hendi fyrst."
 +
 +"Hvussu veit tú tað?" spurdi annar lívverjin.
 +
 +"Eg hoyrdi menn hansara tosa um tað", svaraði bóndin.
 +
 +Tá tók Erling til orða. 
 +
 +"Eingin skal trúgva tí ið Havgrímur sigur"
 +
 +"Orð hansara hevur ongin nakrantíð kunnað tikið fyri fult, trúgv mær eg havi bæði hoyrt hvat Havgrímur hevur gjørt og sæð hansara verk".
 +
 +Fylgið stóð í tøgn eina løtu -  teir høvdu longu kent verk Havgríms á egnum kroppi.
 +
 +Eftir at hava leita leingi, funnu teir at enda rúmið har Havgrímur hevði stongt prinsessuna inni.
 +
 +Teir báðir menninir sum stóðu á varhaldi uttanfyri rúmið vóru skjótt yvirmannaðir av lívverjunum. 
 +
 +Teirra mongu ár í venjing komu enduliga til nyttu og skjótt var alt fylgið inni hjá prinsessuni, sum fekk alla søguna frá teimum og skjótt var greitt at tey máttu rýma, men hvussu?
 +
 +Einasti vegurin út var antin gjøgnum garðin har flestu av monnunum hjá Havgrími svóvu, ella út gjøgnum vindeygað, men har var einki uttan dýpið niðri undir.
 +
 +"Eg veit, - teppini!", læt í prinsessuni. 
 +
 +Teppini?. Teir hugdu spyrjandi uppá hana. "Ja teppini, um vit taka í hornini, kunnu vit nýta tey sum veingir..."
 +
 +"Hvussu tá?"
 +
 +"Jú hygg her", prinsessan tók í eitt horn av teppinum peikaði á hitt hornið og gav Flógva boð um at taka í tað. 
 +
 +Erling fangaði hugskot hennara og gav Óla eitt horn ímeðan hann sjálvur tók í hitt.
 +
 +"Júst soleiðis og fyri at venda hálar man niður í tað framman...".
 +
 +Teir hugdu eitt sindur spurnir á hana, men løtu seinni gjørdist tankin aftanfyri hugskot hennara klárari.
 +
 +"Ikki hugsa so nógv um tað, vit klára væl at snara kring borgina og lenda eitt fitt petti burtur".
 +
 +Prinsessan var tann fyrsta at klúgva upp í vindeygað og tað vardi ikki leingi so sveimaði alt fylgið uttan fyri Bládýpisborgina væl á veg móti frælsinum.
 +
 +Galróp og bleiktrandi ljós í vindeygunum bar boð um at rýming teirra var uppdagað.
 +
 +Og áðrenn tey høvdu vænta tað, sá ein av monnum Havgríms tey, tá ið tey fóru sveimandi framvið eitt av vindeygunum.
 +
 +"Tey eru uttanfyri", geltu rópini.
 +
 +Menn byrjaðu at tysja út gjøgnum høvðusportrið alt meðan fylgið sveimaði niður eitt fitt vet burturi.
 +
 +"Skjótt, avstað!" rópti lívverjanir.
 +
 +"Tað nyttar einki, vit kunnu ikki sleppa undan. Teir eru alt ov skjótir."
 +
 +"Ikki geva upp nú. Handan vegin!" rópti Óli bóndi og peikaði móti Svartsúluskóginum, sum hómaðist í tí fjara.
 +
 +Fylgið helt til rýmingar, men menninir hjá Havgrími nærkaðust skjótt og vóru um reppið at fáa tey aftur, tá knappliga myrkir skuggar struku framvið teimum og beint ímóti eltarunum, sum brádliga støðgaðu.
 +
 +Ein av skuggunum vendi íkring og streyk aftur ímóti fylginum. 
 +
 +Sum skuggin nærkaðist, sóu tey, at hetta var ein tindaskøta og á henni stóð annar av tvíburðunum.
 +
 +"Verið skjót! Klúgvi upp!" var rópt og fylgið gjørdi sum boðið var.
 +
 +Eltararnir høvdu samstundis mannað seg upp og fóru spakuliga at nærkast tindaskøtunum, sum royndu at svimja ímillum fylgið og eltararnar fyri at verja tey.
 +
 +Og fyri at gera ilt verri hevði ein av eltarunum nú tikið seg upp á bakið á henni sum mundi verða odda-tindaskøtan. 
 +
 +Tað sá ikki akkurat vakurt út, men han fekk stýrt djórið burtur frá gloppinum og flestu av skøtunum fylgdu aftaná, eitt sindur undrunarsamar yvir hendan reiðmannin.
 +
 +Brádliga gekk ein sterkur skjálvti gjøgnum havbotnin. 
 +
 +Tvíburðarnir hirdu á tindaskøtunar tey riðu á, og við rúkandi ferð streyk alt fylgið burtur frá Bládýpisborgini. 
 +
 +Eltararnir høvdu ilt við at standa á beinunum og royndu sum best at førka seg frameftir. 
 +
 +Tann eini eltarin, sum hevði megnað at tikið seg upp á tindaskøtuna, misti takið tá oddaskøtan vendi og datt niður av henni.
 +
 +Tá ið havbotnurin skrædnaði, geltu ræðsluskríggjini út í myrkrið, men skríggj teirra druknaði í duninum frá skjálvtanum.
 +
 +Aftan fyri flýggjandi fylgið tók jarðskjálvtin til og Bládýpisborgin fór at hella vandamikið til tað einu síðuna. 
 +
 +Sum havbotnurin skrædnaði í enn fleiri støðum, koppaði borgin uppaftur meiri, alt meðan tornini klovnaðu og at enda svølgdi bládýpið borg Havgríms og allar hansara menn.
 +
 +Annar av tvíburðunum hugdi afturum og fekk skøturnar at minka um ferðina. 
 +
 +Men eingin annar í fylginum náddi rættuliga at síggja alt hetta.
 +
 +Øll høvdu tey havt nokk um at verða við at halda fast, so tey ikki duttu av tindaskøtunum, sum tær vendu og snaraðu fyri at sleppa undan hurlivasanum. 
 +
 +Tara rópti á tey og eitt lítið hál í bókslið og skøtan vendi runt og øll kundu tey nú síggja at vandin var av. 
 +
 +Eitt gapandi hol og eitt sindur av sandi sum stillisliga sveimaði burtur var alt sum sást eftir Havgrím og Bládýpisborg.
 +
 +Heimferðin var nakað hugaligari enn útferðin, tí hon gekk fyri seg langt uppi yvir Svartsúlukóginum, kongakrabbum og øðrum skrýmslum sum goymdu seg harniðri og tvíburðarnir kundu enduliga siga fylginum frá hvussu Tara hevði júka beiggja sín, líka inntil hann endiliga játtaði at royna at finna fylgið aftur; ein treiskleiki sum alt fylgið læandi kundi koma ásamt um, sum í hesum førinum als ikki hevði verði so galin. 
 +
 +Afturkomin til garðin kom bóndakonan teimum í møti. 
 +
 +Sjálvt har høvdu tey kent skjálvtan, men lukkutíð var eingin teirra skaddur og øll hjálptu til at fáa hús bóndans upp á føtur aftur.
 +
 +Prinsessan, lívverjarnir, ja sjálvt tindaskøturnar sluppu at leggja kreftirnar í, og við felags hjálp uppá minni enn ein dag, høvdu tey fingið húsini í so mikið góðan stand, at bóndin kundi húsast har saman við konu og børnum sínum.
 +
 +"Vit koma aftur og hjálpa tykkum so skjótt sum eg havi verði hjá pápa og sagt honum frá okkara ferð", segði prinsesan meðan hon steig upp á tindaskøtuna.
 +
 +"Eg verði verandi her og hjálpi Óla Bónda, men eg haldi at Flógvi skal fylgjast við tær heilt heim til ommu sína", segði Erling.
 +
 +"Tað haldi eg er eitt gott hugskot",segði Tara og smílti.
 +
 +Komin til býin spurdi prinsessan um Flógvi og tvíburðanir vildu koma við inn á kongsborgina, men drongurin bar seg undan og helt at hann helst mátti fara til ommuna og greiða frá øllum... ella kanska ikki øllum, hon skuldi helst ikki gerast so bangin, at hann ongantíð slapp út aftur.
 +
 +Prinsessan flenti og tvíburðarnir bjóðaðu sær ístaðin at seta prinsessuna og lívverjarnir av við kongsborgina, áðrenn tey fylgdu Flógva heim, men tey vissaðu sær fyrst, at tey kundu sleppa at vitja eina aðru ferð. 
 +
 +Hetta helt prinsessan ljóðaði sum eitt gott hugskot og so var gjørt.
 +
 +Komin aftur til kongsborgina trein prinsessan inn í trúnsalin. 
 +
 +Kongurin, sum sat á trúnu sínari, fullkomuliga fallin í fátt, lýsnaði tá han sá dóttrina og sjálvt um hon greiddi frá øllum og at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa Tað Gylta Eygað aftur, vildi kongurin verða við at nógv var vunnið við hennara ferð.
 +
 +"Tú kanst verða glað, at tú hevur trúfastar vinir. Tað mest umráðandi er, at tú ert á lívi og nú Havgrímur er burturi, so kunnu vit kanska byggja ríkið upp av nýggjum og alt kann gerast eins og í gomlum døgum.
 +
 +Men prinsessan segði "Nei. Ikki sum í gomlum døgum!".
 +
 +"Framyvir skulu øll í ríkinum fáa lut í øllum"
 +
 +"Vit skulu ikki sum fyrr bert fáa, uttan at lata annað afturfyri enn orð okkara. Vit skulu eins og øll onnur bera okkara part at gera hetta eitt gott stað at verða".
 +
 +Kongurin nikkaði. Hann vildi hugsa um orð hennara. og avgjørdi at um sjey dagar skuldi veitsla verða. 
 +
 +Kongurin  sendi boð til øll í ríkinum, um at nú vóru betri tíðir fyri framman.
 +
 +Og tá ið kvøldið har veitslan skuldi var komið gott í gongd, handaðu fremstu listahandverkararnir í ríkinum prinsessuni ein nýggjan stav.
 +
 +Ovast á krystalperluni stóð: 
 +
 +Av øllum tí sum vísdómurin gevur okkum at gera lívið gott, størst av øllum hesum er at eiga sannar vinir.
 +
 +Prinsessan smílti, tí hun visti at vinir eru meiri umráðandi enn alheims ríkidømi og tað dýrabærasta ein kundi eiga eru trúfastir vinir, og teir kundi ein ikki veruliga eiga, men hevur man slíkar, kann man vinna á einum og hvørjum trupulleika.
 +
 +Veitslan vardi í fleiri dagar og øll vóru tey boðin við, Erling, Flógvi, Tara og Brimil, Óli Bóndi, konan og børnini og ongantíð fyrr høvdu tey havt tað so gott sum beint tá, tí betri frændir kundi ein ikki finna og sum prinsessan lovaði, soleiðis skuldi tað altíð verða framyvir.
 +
 +Og fjørufólkið hvar eru tey nú? - Eg veit ikki, helst úti á nýggjum spennandi ævintýrum hugsi eg. 
 +
 +Gongur tú ein túr framvið strondini, kanst tú av og á síggja okkurt ið minnir um eitt fjørufólk í briminum, men ansa tær væl og minst altíð til at fylgjast við einum vaksnum, um tú fert at leita eftir Fjørufólkunum.