User Tools

Site Tools


fjordufolkid

Fjørufólkið.

Heinta søguna her:

Fjørufólkið - Mobil Versión - Stødd uml. 14 MB

Einaferð fyri langt langt síðani, áðrenn heimurin bleiv so sum han er í dag, var ein tjóð ið nevndist Fjørufólkið.

Hetta var eitt íðið fólkaslag, sum livdi í samsvar við náttúruna kring tey.

Tey vóru væl fyri, og eingin teirra leið nakra neyð.

Men brádliga ein dagin broyttist alt!

Soleiðis byrjar bókin Fjørufólkið skrivað av Einar Petersen.

Fjørufólkið er eitt ævintýr har tú kanst fylgja einari raskari prinsessu og hennara djørvu feløgum á ferð til at vinna aftur dýrabærasta skattin hjá fólkinum frá tí ónda Havgrími av Bládýpisborg, sum hevur stolið hann.

Tú fylgir teimum í teirra heimi undir vatnskorpuni og sær, hvussu tey á síni spennandi ferð læra, hvør tann dýrabærasti av øllum dýrgripum í í heiminum í veruleikanum er!

Ævintýrið er partur av einari verkskrá ætlað at vísa hvussu ein og hvør rithøvundi við nýggjari prenttøkni fyri lítið og lætt, sum einstaklingur, kann framleiða bøkur uttan at ein prentsmiðja skal til og uttan at størri uppløg nýtast at verða prentaði framman undan. Alt sum krevst er ein minni íløga umframt hugflogið og arbeiðssemi. Trýst her fyri at lesa meiri um verkætlanina.

Bókin er knappar 60 blaðsíður og kann bíleggjast á netinum, men sum nakað ørvísi er hon tøk sum ókeypis E-Bók í Creative Commons útgávu hetta merkir at tú kanst lesa áðrenn tú keypir.

Hetta merkir at tær nýtis heldur ikki at keypa eitt prentað eintak. Tú kanst eisini velja bara at stuðla við at læta eina peningagávu.

Bílegg - Stuðla - Samband

<form action="https://www.paypal.com/cgi-bin/webscr" method="post">
<input type="hidden" name="cmd" value="_s-xclick">
<input type="hidden" name="hosted_button_id" value="24X4B7C7EA4EY">
<input type="image" src="http://einarpetersen.com/images/donanyeur.png" border="0" name="submit" alt="PayPal - The safer, easier way to pay online!">
<img alt="" border="0" src="https://www.paypalobjects.com/en_US/i/scr/pixel.gif" width="1" height="1">
</form></BR></BR>

Tú kanst keypa pappírsútgávu, stuðla ella seta teg í samband við høvðundan við at klikkja á hesa leinkjuna.

Merchandise

Tú kanst eisini keypa ymiskt merchandise sosum, koppar, klæði oa. frá Fjørubúðina ← Annað merchandise enn taskan kemur skjótt í handilin

Annað tilfar

Trýst á søgur og annað tilfar fyri at koma til síðu við øðrum frumtilfari á Føroyskum, Enskum, Kinesiskum og Donskum máli.

Leinkjur til miðlaumtalu

Alment svar til Landsbókasavnið

fjordufolkid.txt · Last modified: 2015/04/03 07:54 (external edit)